ODDAGREIN : Býráðsformaður fyri øll

Eftir øllum at døma hevur høvuðsstaðurin fingið nýggjan býráðsformann, tá blaðið er farið til prentingar. Tað verður Jan Christiansen úr Fólkaflokkinum. Vit vilja ynskja honum tillukku við hesum ábyrgdarsessinum og vóna, at hann fer at røkja starvið sum býráðsformaður eins virðiligt og tvørpolitiskt sum undanfarni býráðsformaðurin, Leivur Hansen úr Tjóðveldisflokkinum hevur gjørt tað nú í fýra ár.

 

Hóast talan er um tveir borgarligar flokkar, sum nú hava gjørt av at mynda meirilutan í býráðnum í Havn, so eiga vit ikki at gloyma, at partapolitikkur eigur ikki at verða tað altavgerandi í komandi menningini av býnum. Eftir okkara tykki var tað ein ærlig og skilagóð roynd, sum umboð Javnaðarfloksins Tórfinn Smith tók, tá hann kallaði allar býráðslimir til fundar fyri at vita, um man kundi fáa eina heilt breiða samgongu í býráðnum, sum kundi arbeiða fyri allar borgararnar í býnum heldur enn bert fyri møguligum partapolitiskum áhugamálum.

Tað skal vera vón okkara, at nýggi býráðsformaðurin fer at bera sítt nýggja starvsheiti virðiliga, soleiðis at hann fer at virka sum arbeiðsgevari hjá øllum borgarum í høvuðsstaðnum uttan mun til flokspolitiskan lit. Tað eigur at vera munur á at reka valstríð fyri sín flokk og so brádliga at gerast hægsta umboð fyri allar borgarar í býnum. Vit ynskja honum góða eydnu við tí álitisstarvi hann hevur átikið sær at røkja áhugamálini hjá øllum borgarum í kommununi.

Í næststørstu kommununi, Klaksvík, er enn eingin nýggjur býráðsformaður funnin. Her tykist stríðið at standa millum Tjóðveldisflokkin og Javnaðarflokkin. Tjóðveldisflokkurin, sum hevði størstu framgongdina við valið, heldur seg eiga býráðsformannin, men Javnaðarflokkurin, sum eisini hevði eitt gott val, er brádliga vorðin tungan á vágskálini og ger tí eisini krav uppá formanssessin. Eftir okkara tykki hevði tað verið eitt gott val at givið Eyðgunn Samuelsen úr Javnaðarflokkinum møguleikan og heiðurin at verið býráðsforkvinna komandi fýra árini. Tað hevði verið ein sunn broyting í okkara annars mansdomineraðu verð. Og ger kann Fólkaflokkurin koma at hava ein týðandi leiklut. Spurningurin kann lættliga gerast, hvønn Fólkaflokkurin ynskir sum býráðsformann, ein tjóðveldismann ella eina javnaðarkvinna. Ein margháttlig støða hjá Jógvan við Keldu at vera komin í.

Eisini á Tvøroyri verður nú dúgliga fundast um, hvør skal sita við valdinum komandi skeið. Javnaðarflokkurin hevði eitt sera gott val, og tí heldur hann tað vera náttúrligt, at hann fær býráðsformannin. Men eins og í Klaksvík eru eisini her fleiri møguleikar. Hvør enn fær sessin, so eigur hann at minnast, at sum býráðsformaður er man umboð fyri allar íbúgvar í kommununi og ikki bert fyri teir, sum vald seg ella flokk sín. Hvar vit enn eru í landinum, so er tað eitt minstakrav til býráðsformannin/kvinnuna, at viðkomandi skal umboða allar borgarar og ikki bara ávís partapolitisk áhugamál.


Sosialurin