Ferðslutrygdin er eitt afturvendandi evni, sum nógv verður tosað um og sum nóg nógv valla verður gjørt við. Ráðið fyri Ferðslutrygd hevur gjørt eitt stórt arbeiði, m. a. við at b!ta út keppar til tey smæstu, so tey síggjast í ferðsluni.
Í Havn hevur b!ráðið seinnu árini gjørt nógvar vegbungur við skúlavegirnar til tess at fáa bilførarar at minka um ferðina og hóast nógvir bilførarar argast inn á hesar bungur, so kunnu vit kortini staðfesta, at tær minka um ferðina, og tað er jú tað, sum er málið.
Tað skerst ikki burt, at tað bara er hugburðurin hjá fólki, sum kann skapa størri ferðslutrygd. Hugburðurin til tað at virða øll, sum ferðast í ferðsluni og í hesum føri hugburðurin til tess at tryggja okkara børnum tryggan skúlaveg.
Og hugburðsbroytingar til tað betra eru farnar fram, kunnu vit tíbetu staðfesta. Fyri 20 árum síðani kom kravið um at brúka trygdarbelti í bilinum. Tað hevur heilt vist bjargað nógvum mannalívum. Um sama mundið varð ferðslógin broytt soleiðis, at um tú koyrdi við 30 km/t meira enn loyvt var, so misti tú koyrikortið. Hóast henda regla er linkað seinni, so er hetta tíbetur ein stórur dempari á ferðini á føroysku vegunum.
Onkur løgtingsmaður var herfyri frammi við tí uppskotinum, at loyvt skuldi vera at koyra meira enn 80 km/t á ávísum landsvegastrekkjum. Hetta uppskot tykist sera margháttligt serliga tá tað er framborið av einum av lógarsmiðunum, tí tað er próvfast, at økt ferð skapar størri vanda. Serliga tá vit ikki hava vegir, ið eiga at loyva meira ferð enn 80 km/t og ikki minst, tí at ein slík ferðaøking als einki sparir í tíð í mun til tann økta vandan, hon skapar. Lat okkum siga, at vit kunnu koyra 90 km/t í staðin fyri 80 km/t á einum vegastrekki upp á 10 km millum Havnina og Skálafjørðin, so spara vit 50 sekund!!! Og siga vit, at vit kunnu økja ferðina allan vegin við 10 km/t, so spara vit kanska einar tríggjar minuttir! Tað sigur seg sjálvt, at slíkt uppskot er høpisleyst!
Børnini eru tað d!rasta, vit eiga. Latið okkum hava tað í huga, nú glaðu skúlabørnini aftur síggjast á vegunum!