Løgið, at eitt álvarsmál sum búskapur Føroya verður viðgjørt so lítið, tá samanborið verður við veruleikafjaru svørt hvítu definitiónirnar viðvíkjandi tjóð, ikki tjóð, evsta vald, o.s.fr. Tað er neyvan nakar, ið trýr uppá eina skiftstíð uppá longur enn fýra ár. Føroyingar eru ivaleyst heldur ikki so ósmædnir, at teir koma sær at føra seg fram uppá annans rokning í eini fimtan til tjúgu ár, sum samgongan ætlaði tað.
Vit síggja, at hóast búskapurin er rættiliga heitur, og landskassans inntøkur methøgar, so hava ambulansurnar ein keðiligan tendens til at steðga upp og bussarnir ein ikki minni keðiligan tendens til at missa hjólini ? tankavekjandi eftirsum tíðirnar ikki altíð fara at vera so góðar sum í dag.
Eitt stig á leiðini til búskaparligt sjálvbjargni, um man trýr uppá fullveldi ella ei, er ein endurskoðan av landskassans útreiðslum, serliga sæð í ljósinum av knappari hálvaaðrari milliard í blokkstuðuli og øðrum veitingum um árið.
Vit hava mangan eftirlýst einari endurskoðan av Finn Norman Christensen bygnaðinum. Um ein samanber kostnaðin av miðfyristingini í dag og kostnaðin í 1993, so eru sera stórar milliónaupphæddir á muni. Merkir borgarin eina betri tænastu? Fáa landsstýrismenn betri ráðgeving? Ein freistast til at siga tvørturímóti. Vit liva í einari tíð, har man tosar um, at landið skal gera almenn partafeløg, borgarin skal gjalda bummpengar fyri at koyra á landsvegum, pensiónsskipanin skal gjaldast individuelt. Hvar skulu so okkara skattapengar fara, um ikki til eitt samhaldsfast samfelag? Ivasamt er, um vit hava ráð til FNC bygnaðin sum er, og hvaðna verri verður um fullveldið gerst veruleiki.
Tey, ið vænta at síggja uttanríkis- og løgmálaráð verða bygt uppí miðfyrisitingina tá fullveldið Føroyar gerst veruleiki, fáa eina aðra bók at lesa í, tá tann fyribils suspenderaða búskaparliga tyngdarkraftin aftur setur inn í føroyskum politikki og føroyskari umsiting.
Sosialurin