Hetta er sjálvandi av teirri einfaldu orsøk, at vandin verður ikki tikin í álvara. Tey vaksnu eru ikki nóg góðar fyrimyndir. Lærarar eru ikki nóg góðar fyrimyndir, og foreldur eru ikki nóg góðar fyrimyndir. Bara tað at vit hava sæð heilsumálaráðharrar standa uttan fyri løgtingið og roykja vísir, hvussu lítið hesin trupulleikin verður tikin í álvara í politisku skipanini.
Men Karsten Hansen, núverandi heilsumálaráðharra, kunnu vit ikki lasta við slíkum. Fyrsta dagin fær hann tilmæli frá Fólkaheilsuráðnum um, hvat kann gerast fyri at minka um roykingina, og hann er sannførdur um, at tað er neyðugt at seta tiltøk í verk fyri at avmarka royking. Eftir sum at Karsten Hansen ikki sjávlur er roykjari, so trúgva vit honum. Ein politikari, sum ikki sjálvur klárar at liva upp til idealini um ikki at roykja, hann klárar heldur ikki at gjøgnumføra slík politiskt, tað sigur seg sjálvt.
Tað er nógv broytt viðvíkjandi hugburði til royking. Størsta broytingin er, at roykjarar hava tapt slagið um arbeiðsplássini, matstovurnar og dansistøðini. Hetta var óhugsandi bara fyri fáum árum síðani. Og vit skulu ikki meira enn eini 20 - 30 ár aftur í tíðina, so var loyvt at roykja í skúlagarðunum í ávísum barnaskúlum, har lærararnir vóru serliga pedagogiskt bevístir um, at tørvur næmingsins eisini fevndi um frælsi at sleppa at roykja. Hetta er tíbetur søga nú.
Men kortini eru tað nógv ung, sum fara at roykja. At slíkur hugburður er galdandi millum ung í 21. øld, tað er tekin líkasælu hjá foreldrum – sum á onkran hátt fær okkum at hugsa um vanrøkt, tí tilvitað foreldur kunnu ikki góðtaka, at teirra 12-13 ára gamla barn byrjar at roykja.
Tað er hesa líkasælu, sum Karsten Hansen sum landsstýrismaður kann gera nakað við, og tað er slík líkasæla sum ger, at neyðugt er við víðgongdum tiltøkum, sum fyri tey flestu átti at verið óneyðug.
Sjálvandi eigur ikki eitt einasta barn at byrja at roykja í 2012. Vit kunnu ikki tvinga tey vaksnu at leggja av at roykja, men vit kunnu við avgjøldum og avmarkingum ger tað so trupult, at tey troyttast – og leggja av.
Argumentini fyri hesum eru eyðsýnd. Og loysnin fyri at leggja sigarettina er einføld: Tað er bara ein spurningur um vilja, so koyr á, Karsten Hansen!