Hóast danska stjórnin ikki kemur við síni niðurstøðu fyrr enn í dag, tykist greitt, at hon heldur fast um, at heildarveitingin verður strikað eftir fýra árum, um føroyingar vilja skipa landið sum fullveldisríki.
Hetta er eisini viðmerkingin hjá »Peri og Póli«. Danir hava sagt fýra ár, og sjálvt um tilgongdin verður vend á høvdið, fer danska stjórnin, sum hevur fulla undirtøku í fólkatinginum í hesum máli, ikki at býta á nýggja agnið!
Roknaði landsstýrið við tí, so hevur landsstýrið avdúkað eitt slíkt bláoygni - ein slíkan naivitet - at tað er ikki búgvið at sita við landsins valdi! Og verri er, at vit hava ikki eina umsiting, sum er so mikið at sær komin ? so búgvin - at hon segði við landsstýrið: - Den går ikke, hatta hoppar stjórnin ikki uppá!
Alt gott um hesi ungu og vælskúlaðu embætisfólk. Teimum vanta royndir, m. a. royndir at lesa politiska spælið og politisku møguleikarnar!
Landsstýrið hevur nú rent seg so dyggiliga fast! Og hvat ger landsstýrið, um stjórnin i dag boðar frá, at skiftistíðin verður fýra ár? Tað ber neyvan til at bakka.
Meiri mening hevði hóast alt verið at hildið fast um upprunaligu ætlanina - tað íslendska modellið - tí tað var jú tað, sum Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin søgdu, at teir tóku undir!
Harafturat er tað eisini í so bláoygt - og diktatorsikt - at siga, at talan er um eina bindandi tilgongd, tá vit bara hava møguleikan fyri vegleiðandi fólkaatkvøðum. Tað er ódemokratiskt at binda fleiri løgting fram, sum bæði løgfrøðingar og andstøðuflokkarnir hava víst.
Sjálvandi skulu vit yvirtaka og minka blokkin, sum Javnaðarflokkurin sigur í tíðindaskrivi, men tá vit hava fyrisitingarliga og fíggjarliga orku til tað! Tað er góður sjálvstýrispolitikkur, sum ber á mál!