Í ár verða sostatt bert tveir færri útgávudagar, ein eftir jól og ein eftir nýggjár. Blaðið kemur sum vant út sum vikuskiftisblað bæði lítlajólaaftan og lítlanýggjársaftan. Og eins og undanfarin ár verður talan um víðkaðar útgávur.
Sum siður hevur verið seinastu mongu árini gevur Sosialurin út eitt serstakt JÓLABLAÐ. sum verður prentað fyri seg í góðum pappíri og lagt inn í seinasta blaðið undan jólum. Her verður nógvur og fjølbroyttur jólalesnaður. Lýsingar til hetta blaðið skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi hósdagin á middegi.
Aftur í ár gera vit eisini nógv burtur úr nýggjárinum. Her verður serstakt ínnlegg um farna árið, og sjálvandi líta vit eisini frameftir og vita, hvat 2006 hevur at bjóða okkum. Lýsingar til hetta blaðið skulu vera okkum í hendi hósdagin millum jól og nýggjár.
Miðlahúsið er skjótt eitt ára gamalt. Umframt at hýsa framleiðslum okkara á ymsu miðlapallunum hevur húsið eisini hýst tiltøkum av ymsum slag tað verið seg konsertum og fundum. Hetta er nakað vit fara at halda fram við í 2006 og heita vit á fólk, feløg, stovnar og felagsskapir um í góðari tíð at siga okkum frá, tá tit vilja brúka hølini til tiltøk, sum so aftur í mongum førum verða umrødd á miðlapallum okkara. Vit fara eisini sjálvi at taka stig til tiltøk av ymsum slag eitt nú Trapputingið, sum er komið fyri at verða.
Orðaskifti fer at vera ein av hornasteinunum í miðlavirkseminum komandi ár. Ætlanin er at gera Trapputingið til eitt fólksins debatforum, bæði sum upphitari til viðgerðir á tingi og sum forlongdi armurin av hesum viðgerðum. Meðan tingsins røðarapallur einans er fyri politikararnar, so fer Trapputingið at vera pallurin hjá fólkinum. Vit meta, at Trapputingini kunnu stuðla uppundir demokratisku prosessina, viðgerðina í samfelagnum annars og her ikki minst viðgerðina á Føroya Løgtingi. Har verða karmar um framtíð føroyinga settir, og hesar karmar eigur fólkið eisini at hava møguliga at ávirka ikki bert til val. Trapputingini fara so aftur at fóðra Tinghellunar í blaðnum. Her skal verða ein veksulvirkningur, har hesi stuðla uppundir hvørt annað. Tvs. at tiltøkini í Miðlahúsinum verða endurspeglað og fylgd upp í blað og á ymsu miðlapallunum. Ein bæði náttúrlig og týðandi tilgongd.
Sosialurin og Miðlahúsið eru tí eisini opin fyri øllum góðum hugskotum í hesum sambandi. Vit leggja høli til og vit vilja eisini vera við til at fyrireika kjakfundir so sum Trapputing, har initiativið kemur uttanífrá.
Tí skal tað vera okkara áheitan á lesarar og brúkarar um ikki at halda seg aftur men saman við okkum at vera við til at fylla hesar góður karmar út í Vágsbotni.
Sosialurin