ODDAGREIN: Boomerangur hjá fakfeløgum

Vit plaga at siga, at vit skulu læra av søguni, læra av gjørdum gerð­um - og mistøkum. Men tað tykj­ast fakfeløgini á almenna ar­beiðs­markn­að­i­num ikki at halda. Í gjár sendu tey út tíðindaskriv við boð­skap­i­num um, at tey ætla at stovna ein nýggj­a­n flokk, sum helst skal eita »Sam­starv«.

Fakfeløgini aftan fyri ætlanina eru Føroya Pedagogfelag, Havn­ar Ar­beiðs­kvinn­u­felag, Før­oys­k­ir Sjúkr­a­røkt­ar­frøð­ing­ar, Starvs­mann­a­fel­ag­ið og Før­oya Lær­ar­a­fel­ag. Og tey skjóta bæði eftir sam­gongu og and­støðu – Javnaðarflokki og Tjóðveldi:
»Andstøðan situr tigandi og góð­tek­ur, at løn­ar­spurn­ing­ur­in millum fak­fel­øg­ini og myndugleikarnar er blivin eitt ræðandi politiskt amboð fyri at halda vinglandi samgonguni gang­andi. Sam­gong­u­flokk­ar­nir hava bein­leiðis gjørt seg inn á fak­fel­ags­rætt­in, tá ið teir gera semjur um lønar­spurn­ingin uttan at samráðast við fakfeløgini fyrst. Almennu fak­fel­øg­ini meta ikki, at hetta eigur at verða góðtikið. Endamálið við at stovn­a nýggjan flokk er at tryggja og styrkja vunnin fakfelagsrættindi Før­oya fólki at frama.«

Tað eru ikki meira enn sekstan ár síðani, at fakfeløgini seinast stovn­aðu ein politiskan flokk. Hetta var eisini ein protestflokkur - sum vann sær trý fólk á ting, Krist­i­an Magnussen, Óla Jacobsen og Ing­e­borg Vinther. Men skjótt hoknaðu tey, og klandur og stríð eyðkendi arbeiðslagið, og endin varð, at Krist­i­an og Karl Robert Johansen, sum var ting­mað­ur meðan Óli Jaocbsen var lands­stýr­is­maður, vórðu tveittir úr flokk­i­num, Ingeborg Vinther hætt­aði sær ikki at stilla uppaftur, og velj­ar­ar­nir vrakaðu tað, ið eftir var av flokk­inum.

Men tað er væl skiljandi, at fak­fel­ags­rørslan troyttast av polit­ik­ar­um og teirra brotnu lyftum. Javn­að­ar­flokkurin klárar ikki at liva upp til álitið at tryggja væl­ferð­ina - og tað skal ganga út yvir tey veikastu, tykist verða lagið. Tjóð­veldi situr í andstøðu og finst at og tykist halda fast í eini mis­eydn­að­ari fullveldisætlan – sum flokk­urin sjálvur so væl og virðiliga jarð­aði med alla, tá tey søktu full­veld­is­skút­una.

Men at stovna nýggjan flokk á vinstr­a­veing­inum fer bara at nøra um sund­ur­lyndið, sum longu hevur so góðan gróðrarbotn í hesum land­i­num. Heldur áttu hesi fólkini, sum standa fakfelagsrørsluni nær, at nýtt sína kreftir og sína ávirkan í ymsu flokk­u­num og fingið teir á kós aftur – tí allir flokkarar eiga veljarar millum fakfelagslimir.

Men tað kann bara vera ein ynsk­i­dreym­ur, at fakfeløg skulu stjórna land­i­num. Tað er ikki teirra uppgáva. Tað verður ein boomerangur, sum kem­ur verkafólkinum aftur um brekku.