Oddagrein: Brúkarin hevur einki val

Soleiðis sum bústaðar­virð­ur­skift­ini eru skip­að í Før­oy­um, so hava bank­ar­nir so ó­me­taliga nógv at siga fyri okk­ara priv­ata bú­skap. Sum van­ligur set­hús­a­eig­ari stend­ur tú púra hjálp­ar­leys­ur, tá tú frætt­ir, at bank­in hækk­ar rent­una. Pol­it­ik­ar­a­r­nir hava eins lítið og vit leik­fólk at siga til hetta veldi bankanna.

Í síðstu viku fingu vit so tey gleð­i­boð, at Bank­Nord­ik lækk­aði rent­una á se­thúsa­lán­um frá 5,8 til 4,75 pro­se­nt. Tað er sjálv­andi at gleð­ast um, men hetta er sum at vinna í lott­a­rí­num, tí vit hava onga á­virk­an á gongd­ina. Hó­ast fíggj­ar­mál­a­ráð­harr­in al­ment legði trýst á Bank­Nord­ik um at lækka rent­una fá­ar dag­ar framm­an­und­an, so tví­held­ur bank­a­stjór­in um, at hetta hevði als onga ávirkan.

Seinnu árini hava bankarnir lagt nógv fyri til tess at fáa fólk at siga upp síni set­hús­hús­a­lán fyri í­stað­in at taka upp donsk re­al­kre­ditt­lán. Hetta hev­ur ver­ið sera á­huga­vert, tí rent­an er lág, og bank­ar­nir hava helst havt tørv á gjaldføri.
Men hetta hevur kanska ikki sama á­huga hjá bank­u­num í dag. Í øll­um før­um hev­ur Bank­Nord­ik hækk­að rent­una á re­al­kre­ditt­lán­i­num – tí part­i­num, sum bankin skal hava – úr 1,7 prosentum til 1,9. Spurn­ing­ur­in er so, hvønn týdning brúk­ar­in skal leggja í tað, at bankin lækk­ar rent­u­na á egn­um lán­um og hækk­ar rent­una á r­e­al­kred­it­t­lán­u­m. End­a­málið er væl­sakt­ans, at nú vil banki­n sjálvur sleppa at læna út penga­r, ella...?

Spurningurin um føroyskan re­al­kred­itt hevur verið reistur fleiri ferð­ir. Hús­a­láns­grunn­ur­in skuldi ein­a­ferð verða ein slík almenn loysn at kapp­ast við bank­ar­nar, men tann grunn­ur­in kann ikki longur veita set­hús­a­lán.

Spurn­ingurin er, hvør rætta loysn­in er, og hvør kann tryggja eina sun­na kapp­ing á set­hús­a­láns­markn­að­i­­num. Kapping hava vit so ikki í dag, vit hava eitt duopol, sum ofta er verri enn monopol, tí tað stend­ur nógv sterkari.

Eitt faktum er tað eisini, at bank­ar­nir eisini sita á sethúsasølunum, og tey bæði trygg­ing­ar­fel­øg­ini eru eis­ini sam­an­tvinn­að við báð­ar bank­ar­­nar. Rák­ið er greitt, teir báð­ir bank­ar­nir fáa al­samt størri og stek­ari tak á brúkarunum.

Vit vildu ynskt, at støðan var øðr­vísi: At vit høvdu veruliga kapp­ing, at gjøgnumskygni var størri, og at vit ikki fingu so nógv brúk­ara­gjøld fyri alt tað arbeiði, sum vit sum kund­ar nú gera fyri bankan við heim­a­bank­a­num.

Høvdu vit veruliga kapping, og slapp brúk­ar­in at velja, so bar hetta snøgt sagt ikki til.