Oddagrein· Bretsk sendiharravitjan

Nú í vikuskiftinum kemur bretski sendiharrin í Danmark á vitjan í Føroyum. Tað er rættiliga náttúrligt, at bretskir sendiharrar vitja viðhvørt, tí talan er hóast alt um okkara næsta granna, ið liggur nærri at Føroyum enn nakað annað land. Hetta gloyma føroyingar mangan – serstakliga okkara lógarsmiðir.

Hvat kunnu vit so brúka eina slíka sendiharravitjan til? Sjálvandi skulu vit taka væl ímóti teimum gestum, sum hava hug at vitja, men vit mugu eisini gera sum mest brúk av slíkum vitjanum.

 

Alt gott um at vísa Kirkjubømúrin og flagtekjur fram, men vit mugu seta okkum eitt sindur hægri mál enn tað við einari slíkari vitjan eins og øðrum almennum ella hálvalmennum vitjanum.

 

Fyri bretska sendiharran, so er tað relevant hjá teimum í Tinganesi, ið skipa fyri skrá hansara, at spyrja tveir spurningar. Hesir spurningar eru: hvør handlar og samskiftir við Bretland í dag, og hvør ætlar sær at handla og samskifta við Bretland framyvir.

 

Í fyrra bólkinum eru fiskaseljarar, Atlantsflog, Smyril Line, heilsølur o.s.fr. Viðvíkjandi seinna bólkin eigur heilt avgjørt SamVit at vera inndrigið við teimum hugskotum, sum har koma fyri dagin. Harafturat er Vinnuhúsið sjálvskrivað at hitta sendiharran og aðrar sendiharrar, sum koma henda vegin.

 

Sjálvandi eiga stýrini eisini at hitta sendiharran í tann mun, samstarv er í umbúnað ella ynskist. Mentamálaráðið er ein upplagdur partur at hitta bretska sendiharran viðvíkjandi útbúgvingarsamstarv við Bretland. Tó eigur man í so stóran mun sum gjørligt at fáa sendiharran út at vitja virkir og fólk, sum hava ein áhuga at stimbra samstarv við Bretland. Tað ber ikki til, um sendiharrin gongur og brúkar ov nógva tíð at taka í hondina á bureukratum av ymsum slag uttan endamál. Hetta er eisini galdandi fyri døgurðar og annað, sum eiga at hava eitt bevíst vinnupolitiskt mál og eina samanseting av gestum, sum hava tørv á kontakt við Bretland, heldur enn at fáa váttað sína “tign”.

 

At lata hurðar upp fyri vinnuni, er tað, sum ein sendiharravitjan eisini skal brúkast til. Tað burdi eisini verið endamálið við okkara sendiumboðan uttanlands, hóast hetta kanska ikki er so sjónligt, sum tað burdi verið.

 

Ein bretskur sendiharri kann vera týðandi liður í at fáa sambond, ið geva atgongd til bretska marknaðin. Vónandi hevur Løgmansskrivstovan hetta í huga. Aftrat hesum hevur mentanarliga samstarvið eisini alstóran týdning.

 

Sosialurin