Herfyri varð søgulig avtala gjørd millum trý oljufeløg. Ístaðin fyri at bora tveir brunnar í landssynningshorninum av landgrunninum, hava feløgini við undirtøku frá føroyskum myndugleikum gjørt av at bora ein brunn á basaltøki inni á landgrunninum. Hetta verður ein kostnaðarmikil og eisini váðiligur brunnur, men við honum verður sett hol á eitt nýtt og spennandi kapitul í føroyskari oljuleiting. Henda verkætlan hevur fingið heitið William. Ætlanin er at bora í 2007.
Í hesum døgum verður so síðsta hond løgd á enn eina brunnsamanleggingaravtalu. Her er talan um ikki færri enn átta oljufeløg, sum leggja tveir brunnar saman til ein og á sama hátt sum í fyrra førinum, flyta hann inn á basaltøki inni á landgrunninum. Henda verkætlan hevur fingið heitið Brugdan. Sambart keldum verður avtala um Brugduna gjørd ein av komandi døgunum. Her er ætlanin so at bora í komandi ári.
Tær fýra boringarnar í 2000 og árini eftir tað vóru eitt týðandi vegamót í leitanini eftir kolvetni í føroysku undirgrundini. Teir báðir brunnarnir, sum verða boraðir í 2006 og 07, eru enn eitt avgerandi vegamót.
Tað er greitt, at ikki bara vit og tey oljufeløg, sum eru við í hesum arbeiði, eru spent og fylgja væl við gongdini. Hugsandi er at eisini onnur altjóða oljufeløg standa á síðulinjuni og fylgja eins væl við. Verða Brugdan og William lønandi fund ella geva tey positiva og nýggja vitan um økið, so er ikki óhugsandi, at tað verður gravgangur at sleppa uppí tey mongu loyvini, sum vórðu latin í 2. útbjóðing fyrr í ár.
Sosialurin