Oddagrein· Ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi

Tað tykist sum fólk flest hava gloymt alt rokið, ið stóðst av, at SEV fór undir at úbyggja vatnorkuna í Eysturoy, eitt nú við at seta stór øki undir vatn og tøma flestu áir í norðaru helvt av Eysturoy. Hetta var eitt stórt mál, og ein og hvør, sum ferðast í norðaru helvt í Eysturoy ein regndag kann við egnum eygum síggja fylgjurnar av hesum inntrivi.

Nú ætlar SEV so at fara undir síðsta part av hesi stóru verkætlan. Gongur, sum SEV ætlar, so fara eitt nú at kalla allar áir við Skálafjørðin at hvørva. Hetta er enn eitt ómetaliga stórt inntriv í náttúruna. Spurningurin er tí, um vit ikki eiga at steðga á eina tíð og umhugsa framtíðar orkuútbyggingina. Vit eiga at seta okkum nakrar spurningar sum t.d. hvussu nógv av okkara vøkru men sera lítlu náttúru skulu vit offra fyri at fáa orku? Er hetta bíligasta orka, vit kunnu fáa? Hvussu takla vit spurningin um alternativa orku t.d. vind og havstreym? Hvussu verður tá, ið oljan verður funnin?

Tað er eingin, sum vil nokta brúkarum og vinnulívi orku. Men eiga vit ikki her og nú at fara undir at orða ein nýggjan orkupolitikk? Er tað ikki uppá tíðina, at vit nú viðurkenna, at vit øll, land, kommunur og borgarar hava eina stóra ábyrgd fyir náttúru og umhvørvi? Víðari kunnu vit spyrja, um tað veruliga er rímuligt, at ein kommunalur felagsskapur sum SEV hevur einkarætt til eitt so fundamentalt tilfeingi sum vatn? Hetta var ivaleyst bæði neyðugt og skilagott fyri 40 árum síðan, men er hetta rímuligt, soleiðis, sum Verðin sær út í dag?

Tað verður í hesum tíðum um allan tann framkomna heim talað um bleyt virði. Náttúran er eitt av hesum bleytu virðum. Tað, sum verður týnt, kemur aldri aftur, og tí eiga vit at hugsa okkum væl um, áðrenn vit broyta grundleggjandi fortreytir í náttúru og umhvørvi. Gera vit hetta, eiga vit at gera hetta undir ábyrgd fyri náttúru og umhvørvi. Vísa vit ikki ábyrgd, synda vit ikki bert móti náttúru og umhvørvi, vit synda eisini móti komandi ættarliðum. Tí eiga allir partar at hugsa seg væl um, áðrenn farið verður eftir teimum síðstu áunum í Eysturoy.

Sosialurin