Tarja Halonen hevur tikið henda partin av embæti sínum í størsta álvara. Hetta hevur serstakliga verið galdandi fyri ES politikkin, har hon støðugt hevur møtt til forsætisráðharrafundirnar saman við Matti Vanhanen, forsætisráðhara. Halonen hevur staðiliga hildið fast við ta áskoðan, at nú ES samstarvið er farið at fevna um trygdarpolitiskar spurningar, so hevur forsetin høvuðsábyrgdina av ES politikkinum. Hetta dámar, sum vera mann, forsætisráðharranum illa, og betur verður tað ikki av, Vanhanen eisini sjálvur er valevni til forsetaembætið. Vanhanen heldur ikki, at forsetin eigur at leggja seg út í uttanríkispolitikkin, men eigur forsetin heldur at vera ríkisovasti og bert at umboða tjóðina. Her stendur sostatt eftir hjá finsku politisku skipanini at finna eina hóskandi javnvág.
Tarja Halonen er sera vældámd í finska fólkinum. Ein orsøkin er, at hon í atburði og forsetaligari medferð er sera fólkslig og ikki hevur firnast fyri at ganga í móti tí politiska meginstreyminum í málum av etiskum og principiellum slagi. Hetta dámar fólki væl. Hon heldur rimmarfast við, at tað t.d. er hon sum forseti, ið ger av, um finskir hermenn skulu sendast til Afghanistan. Við hesari støðutakan er hon á somu politisku kós, sum Kekkonen og Koivisto, sum høvdu ta støðu, at uttanríkis- og gtrygdarpolitikkurin hoyrir forsetanum og ikki ríkisdegi og stjórn til. Komandi finski forestin, sum uttan iva verður Halonen, má tó nú saman við stjórnini finna eina hóskandi javnvág, soleiðis, at forsetaembætið kann finna sín endaliga form. Eygleiðarar meta, at henda tilgongd fer at enda við at myndugleikin hjá finska forestaembætinum fer at liggja nakað miðskeiðis millum tilsvarandi myndugleika hjá ávikavist amerikanska og franska forestaembætinum.
Sosialurin