Oddagrein· Eigur at sleppa at royna seg

-Hvat heldur tú um nýggja landsstýrið! Hetta er spurningurin tú hoyrir nærum alla staðni, har tú hittir fólk: á kaffistovum, í undirhúsunum, í egningarskúrunum, í hitarúmunum í svimjihøllunum, á arbeiðsplássum og aðrastaðni við. Og svarini eru ymisk. ?Fólkaflokkurin hevur svikið fullveldið - Javnaðarflokkurin hevur havt útsølu ? Sambandið hevur sett skeivu fólkini í Nesið - Tjóðveldiðisflokkurin og hinir gomlu samgonguflokkarnir vunnu valið og tað er ódemokratiskt, at teir ikki kunnu halda fram osfr. Men hvussu og ikki ? so hava tríggir stórir flokkar, hvat er eindømi, funnið saman og skipað nýtt landsstýri. Hetta ásanna øll, og mong siga eisini, at tað nú er rímuligt og rætt, at hesir sleppa at royna seg. Men sleppa teir veruliga at royna seg! Tí skulu teir ikki bara til at taka upp eftir aðrar!

Flokkarnir hava skrivað samgonguskjal, ið setir framtíðar politikkin út í kortið. Men tað er ein sannroynd, at eitt nýtt landsstýri byggir fyrst og fremst á herarnar á teimum, ið sótu frammanundan. Komandi tilgongdin verður tí nógv tengd at tí úrsliti, ið undanfarna landsstýrið lat eftir seg. Og tað er so ikki nøkur vøkur mynd. Eitt samfelag, hvørs vinnur eru í kreppu ella um at koma út í eina álvarsliga kreppu, samtíðis sum ein triðingur av blokkinum úr Danmark er strikaður, er búgvið, sum henda samgongan fær upp í hendurnar. Ein landskassa, sum fólk flest enn ikki kenna innihaldið í. Tað, ið higartil er komið fram um fíggjarligu støðuna er møguliga bara toppurin á ísfjallinum.

Líta vit aftur um bak kunnu vit bara ásanna, at vandi er í hvørjari vælferð. Neyvan nakrantíð í Føroya søgu hevur vælferðin verið størri enn seinastu árini. Ongantíð hevur viðrákið verið so stórt ? nærum alt hevur lagað seg ? so gott sum uttan at undanfarnu samgongurnar hava havt fyri neyðini so frægt sum at lyfta hond frá síðu. Men hví hava vit so ikki dugað at húsast við hesum rímidømi? Eftir sjey góð ár koma sjey rak ár. Soleiðis hevur tað eisini verið her á landi. Men undanfarnu samgongur bóru seg at sum at tey góðu árini fóru ongantíð at steðga. Hóast tað varð ávarað ímóti at skera ov nógv av blokkinum við einum høggi, so varð ikki lurtað. Ein av vanlukkunum við síðstu samgongunum var, at tú hevði ein fíggjarmálaráðharra, sum ongantíð vildi lurta eftir øðrum, ikki ein gang sínum egnu samgongufeløgum. Tá hann var ávaraður um vandan við at fremja ein so stóran blokkniðurskurð vóru víðagitnu orð hansasra, at ráddi hann var allur blokkurin skorin burtur í einum og tað í morgin.

Landsstýrið fær neyvan gjørt annað í løtuni enn at sigla sum frægast millum skerini og tryggja sær, at teir ringastu brotasjógvarnir ikki raka so meint. Ringt er at ímynda sær eina arbeiðsføra andstøðu, nú hon í veruleikanum hevur brúk fyri sjálvsanmnrakan meira enn nakað annað. Men kanska henda sjálvsannsakan fer at gera, at vit fara at fáa eina samgongu og eina andstøðu, sum í felag og við konsesus fara at demma upp ímóti brotasjógvunum, sum uttan iva fara at verða harðari og harðari sum tíðin gongur. Tí er greitt: svára støðan, sum undanfarnu samgongur hava borðreitt fyri ABC-samgonguni, krevur, at allar kreftir frá A til H gera alt fyri at finna tær bestu loysnirnar. Sum støðan sær út er ikki pláss til ósemjur og stríð.

Sosialurin