Talan var helst um størsta framstigið hjá føroyskum fótbólti í nærum 20 ár, tá Todi Jónsson í gjár kundi almannakunngera sínar ætlanir við danska Fremad Amager. Sæð burtur frá altjóða limaskapinum, so er hetta í serflokki nógv tann størsti møguleikin, sum nakran tíð er givin føroyskum fótbólti. Meira enn nakað annað, so er fótbóltslandsliðið andlit okkara mótvegis umheiminum, og tann umrøða, sum hetta hevur skapt, kann als ikki gerast upp í pengum.
At úrslitini ikki altíð eru eins góð, vita vit. Men kortini hevur tað verið lítið hugaligt at lisið útlendskar miðlar, nú úrslitini hjá landsliðnum hava verið í lakara lagi seinnu árini.
FSF og føroysku feløgini hava alla tíðina framt eitt miðvíst arbeiði til tess at menna føroyskan fótbólt, men avgjørt størsta stigið í so máta stendur Todi Jónsson nú fyri. Við ætlanunum um at skapa rúm fyri føroyskum spælarum á hægsta danska støði, kunnu vit væl verða vitni til, at Fremad Amager verður lopfjølin hjá fleiri ungum føroyskum spælarum. Bæði til donsku superliguna men eisini til enn størri avbjóðingar. Og tess fleiri slíkar spælarar vit hava, tess sterkari verður føroyska landsliðið.
Og tað sýnir helst eisini sanna hjartað, sum Todi hevur fyri føroyskum fótbólti. Ikki minst, tá hugsað verður um tað niðurgering og útspilling, sum hann í fleiri ár livdi við. Tí sýnir tað format, tá Todi kortini tekur hetta risa stigi. Eitt stig, har hann eisini sjálvur setur pening í vága. Sjálvandi er ætlanin eisini, at Fremad Amager – og harvið føroysku íleggjararnir forvinna pening. Men at sameina hetta við eini menning av føroyskum elitufótbólti er kanska størsta gávan, sum føroyskur fótbóltur nakran tíð hevur fingið.