Oddagrein Ein glotti

Allur heimurin hevur nú í trý ár sitið hendur í favn, meðan fólk í túsundatali eru deyð í hungri i Darfour landspartinum í Sudan. Orsøkin til neyðina er, at stjórnin í Sudan, sum er arabisk muslimsk, hevur rikið eitt harðrent kríggj móti kristna fólkinum av afrikanskum uppruna í Darfour landspartinum. Her er sostatt talan um eina etniska og mentanrliga uppgerð. Fólkið, ið hevur roynt at verja seg móti harðskapinum frá stjórnini, sum so hevutr hevnt seg við at forða fyri tí syndri av altjóða hjálp, sum hóast alt hevur verið send til Darfour.

ST hevur til fánýtis roynt at fáa ein enda á øllum ruðuleikanum og allari neyðini. Í hesum høpi hevur ST aðalskrivarin, norðmaðuirn, Jan Egeland gjørt eitt ómetaliga stórt diplomatiskt og humanitert arbeiði. Jan Egeland hevur verið ótaldar ferðir í Darfour. Hann hevur ferðast kring allan heimin til tess at útvega mat og pening, men striltið hevur gingið at fáa heimin at rakna við. Tað er sum allur heimurin hevur fingið nóg mikið av neyð og elendigheit. Heldur ikki vit her í Føroyum hava givið hesari neyðini ans, hóast øll, sum síggja BBC ella CNN hava fingið hesa neyð inn í stovur okkara. Hetta er eisini galdandi fyri landsstýrið, sum bert tykist áhugað í altjóða hjálp, um nakrir molar samstundis kunnu detta av til føroyska vinnulívið. Noreg er sum vanligt eitt undandtak. Norska stjórnin, Stoltenberg so væl sum Bondevik hevur bakkað Egeland og ST upp við peningi, mati, heilvági og diplomatiskum átøkum.

Men nú tykist vent í holuni, og aðrir tónar eru knappliga at hoyra. USA er raknað við og er av øllum alvi farið til verka við hjálp eins væl og diplomatiskum átøkum. Eitt nú stuðlar Bush av fullum huga ST í royndunum at skapa frið og fyri at fáa matvøruhjálpina fram til tey neyðstøddu. Tað er torført at skilja hesa kúvending. Onkur vil vera við, at hon stavar frá, at altjóða films- og poppstjørnur eru farnar at virka fyri teimum neyðstøddu. Rætt er, at hesi tiltøk hava skapt ómetaligan ans kring allan heim fyri neyðini í Darfour og nógv lond eins væl og hjálparfelagsskapir eru farin at ressast. Politiska kúvendingin hjá Bushstjórnini hevur veruliga gjørt munin, og nú er ein glotti at hóma hjá neyðstadda kristna fólkinum í Darfour.

Sosialurin