. Hinvegin hevur løgmaður sambært stýrisskipanina fingið hesa heimild. Hetta, at løgmaður hevur fingið hesa heimild, er ein avleiðing av, at parlamentarisman varð settt í gildi við nýggju stýrisskipanini. Heimildin at siga landsstýrismann úr starvi er eitt reint politiskt amboð. Hetta amboð hava flestallir forsætisráðharrar í eini parlamentariskari skipan. Tað liggur í kortunum, at ein løgmaður eigur at nýta hetta amboð við størsta varsemi. Løgmaður kann tískil ikki hótta sínar landsstýrismenn í tíð og úrtíð við uppsøgn.
Avgerðin hjá løgmanni at siga fiskimálaráðharran úr starvi hevur neyvan verið nøkur løtt avgerð. Samgongan er ung, pressan hevur gjørt nógv burtur úr og drigið ymisk mál fram í hesum sambandi, og øll útlit vóru til, at atfinningarsama skrivingin móti fiskimálaráðharranum fór at halda fram. Tað vilja so uttan iva vera fleiri útleggingar av hesum, og har ein er tann, at avgerðin er ein kapitulatión fyri einum ágangandi journalistikki. Men tað eru so eisini aðrar. Hetta mál var nevniliga komið til eitt punkt, har tað ikki snúi seg um fortíðina hjá ávísum landsstýrismanni, men um lív og lagnu samgongunnar. Skuldi friður fáast, hevði løgmaður einki val. Hann var tí noyddur at taka eina politiska avgerð og loysa fiskimálaráðharran úr starvi. Eingin løtt ella tespilig avgerð, tí eingin veit hvørjar avleiðingar hon fær uppá longri sikt. Heldur ikki vita vit enn, hvat hald er í skuldsetingunum móti fiskimálaráðharranum og hansara fortíð. Hetta verður ikki greitt fyrr enn rættarmál eru avgreidd. So tíðin fer at vísa, um hann kann reinsa seg.
Líta vit at okkara grannalondum, so er siðvenjan tann, at ráðharri verður loystur úr starvi í somu løtu, ivi verður sáddur um hansara fortíð ella embætisførslu. Ein avgerð í slíkum førum hevur als einki við løgfrøði at gera, og verður góðtikin uttan víðari, tí soleiðis eru spælireglurnar nú einaferð. Avgerðin er reint politisk og verður tikin fyri at tryggja álitið og trúvirðið hjá stjórnini. Dømini eru mong, og vit kunnu t.d. nevna, at núverandi forsætisráðharri í Danmark noyddist úr ráðharrastarvi, tí ivi varð sáddur um fíggjarætlanina hjá ráðstovu hansara. Men hetta forðaði ikki fyri, at hann kundi koma aftur sum danskur forsætisráðharri júst tí, at uppsøgn hansara í síni tíð var reint politiskt grundað.
Um vit við parlamentarismuni í baksýni líta at avgerð løgmans, so hevði løgmaður sum nevnt einki val. Avgerðin var neyðug fyri at fáa arbeiðsfrið og fyri at forða fyri einum misálitisuppskoti á tingi móti fiskimálaráðharranum. Best hevði verið, um fráfarni fiskimálaráðharri sjálvur hevði skilt, at tað besta fyri allar partar hevði verið, at hann sjálvur segði seg frá. Hetta er vanlig mannagongd í parlamentariskum skipanum í okkara grannalondum. Men tað tykist ikki, sum henda siðvenja er farin at rína við hjá okkum enn. Úrslitið verður tá tann harða loysnin, uppsøgnin við teimum óhepnu fylgjum fyri allar partar, sum ein slík avgerð nú einaferð ber í sær.
Sosialurin