ODDAGREIN: Eingin skal doyggja í ferðsluni

Týsdagin hevið løgtingið aðalorðaskifti um 0-hugsjónina, ella álitið hjá Ferðslutrygd, »Ávegis móti null-hugsjónini«, ið byggir á null-hugsjónarhugtakið, ið spratt úr Svøríki í 1997

Tað er eitt bæriligt mál at seta sær, at eingin skal doyggja ella verða álvarsliga skaddur í ferðsluni. Men hetta er aðaltátturin í null-hugsjónini, ið leggur upp til, at vit laga umstøðurnar soleiðis, at endmálið við hugsjónini kann røkkast.

Vit kunnu her á staðnum ? eins og okkara kosnu menn og kvinnur gjørdu týsdagin ? bara taka fult og heilt undir við hesum tanka. Tað er ótrúligt, at vit hava latið um okkum farið, at fleiri enn 250 medborgarar okkara eru farnir undir grønutørvu í ferðsluni ? sum oftast í meingsleysum vanlukkum, ið lættliga kundu verið fyribyrgdar.

Fyrsta ferðsluvanlukkan í heiminum, sum kravdi mannalív, hendi í London í 1896. Í Føroyum doyði fyrsta fólkið í ferðsluni í eini ferðsluvanlukku á Varmakeldueiði í 1928, seks ár eftir, at fyrsti bilur kom til Føroya. Seinni árini er tað sum um at vit hava góðtikið, at eini eini 5-6 fólk skulu doyggja í ferðsluni á hvørjum ári.

Men her siga vit nei! Hetta góðtaka vit ikki ? ikki undir nøkrum umstøðum. Tí eigur tað at verða eitt samfelagskrav ? ein sjálvfylgja, at løgtingið samtykkir at nýta null-hugsjónina sum grundarlag fyri øllum ferðslupolitikki í Føroyum. Ferðslutrygd eigur stórt heraklapp fyri hetta álit.

Tað ljóðar kanska naivt at halda, at eingin skal doyggja í Ferðsluni. Men hví ikki seta okkum hetta mál? Fyri nøkrum síðani doyðu upp til 15 fólk í ferðsluni. Nú liggur talið nógv lægri, tað hevur verið tætt við 0 ? hví ikki halda á, til talið er 0?

Nógv verður tosað um, at tað eru tey ungu, ið eru størstu syndararnir í ferðsluni. Tað er einki so vist sum tað. Tí er tað ein sjálvfylgja, at serligt fyrilit skal takast fyri hesum veruleika. Tey ungu eiga ikki at fáa somu rættindi í ferðslu, sum øll hini. So kann man siga, at tað eru bara nøkur, sum eru serliga vandamikil í ferðsluni. Hertil er at siga, at betur er at binda um heilan fingur. Settar eiga tí at verða serligar treytir ? strangar treytir, til tey ungu, fyrstu árini tey koyra bil.

Fysiskar umstøður, trygdarútgerð o. a. hevur sjálvandi stóran týdning. Men tað skerst ikki burt, at tann, ið koyrir bilin, hevur størstu ávirkanina. Vilja bilførarar ikki uppføra seg siðiliga og skilagott í ferðsluni, so eigur tað at fáa álvarsamar avleiðingar.

Um vit ikki vilja taka undir við null-hugsjónini, so eiga vit at seta spurningin: Hvør skal doyggja, tú, ella hvør???