Oddagrein· Eingin øvund

Føroyingar eru hvørki meira ella minni øvundsjúkir enn fólk flest. Tað er tí skeivt at tulka orðaskiftið um skipa- og virkissølurnar sum eitt útslag av øvund. Her er talan um nakað heilt annað. Tey virði, sum hesa seinastu tíðina eru vorðin umsett fyri sera stórar upphæddir, eru skapað av ymsum kreftum og tættum. Hugsa vit um fiskiloyvi og skip, so er talan um fiskin í havinum, vinnutólini, altso skipini og so teir dugnaligu menn, sum hava megnað at ført skipini og funnið fiskin og bygt upp oftast sera vælriknar fyritøkur. Hetta við teimum vælriknu fyritøkunum hevur ikki verið so vanligt í Føroyum, og tað er lætt at skilja, at ein eigari sigur: kann eg ikki gera við tað, sum mítt er, sum mær lystir? Ognarrætturin er sum kunnugt friðhalgaður í grundlógini!

Eingin lóg forðar heldur hesum monnum at selja virðini til hægstbjóðandi. Men tá talan er um tann partin av virðunum, sum alment er lýstur sum fólksins ogn, so er einki løgið í, at politikkarar og føroyingar sum heild seta spurnartekin við sølurnar. Trupulleikin er bara, at hesi spurnartekin verða sett í so seint. Lagt skuldi verið upp fyri øllum trupulleikum, tá loyvini í sínari tíð vórðu givin. Men tá hugsaði fáur um, at søluvirðið á reiðaravirkjunum kundi fara so høgt upp. Her hevur mangan verið rópt varskó, men eingin politikkari ella flokkur hevur tikið hetta í álvara. Tað er spell, tí nú tykist ikki mætari enn, at tær almennu Føroyar hava ligið sjóvarfallið av sær. Tú kanst ikki lóggeva skatta- ella avgjaldslógir við afturvirkandi kraft. Løgtingið kann lóggeva um støðuna her og nú og so frameftir, men tað kann væl tulkast, sum at lóggivið verður nú móti teimum, sum enn ikki eru sloppin upp í dansin um nýggja gullkálvin. So her hava løgting og landsstýri ein trupulleika.

Hinvegin sleppst ikki undan at gera nakað. Støðan nærkast tí punkti, har borgararnir fara at siga: hetta kann ikki vera rætt. Víst eru virðini skapað av røskum skiparum og reiðarum, men støðið er fólksins ogn, fiskurin, sum svimur í føroyskum sjóøki ella, sum er vunnin í samráðingum, har føroyskt sjóøki so ella so er partur av samráðingarloysnum. Hartil kemur, at vinnutólini mangan eru fingin til vega við góðum almennum stuðli ella við øðrum orðum við skattgjaldarans peningi. Flokkar og politikkarar noyðast tí at seta seg við samráðingarborðið og koma við einari loysn á Ólavsøku. Lætt verður tað ikki, men her sleppst ikki undan at taka um rótina á einum trupulleika, sum allir flokkar hava vitað fór at koma. Um loysnin verður ein tilfeingisrenta ella ein skattur er ikki so avgerandi í hesum høpi. Her er sostatt ikki talan um øvund frá teimum, sum seta spurnartekin við sølurnar, men um at finna loysnir, sum ein breiður meiriluti av føroyingum kann taka undir við.

Sosialurin