Fleiri brúkarar, ið eru, stórri verður úrvalið og harvið útbreiðslan. Uttan um handlarnar og alt tað handilsliga renslið. Øll, ið eru brúkarar, kunnu verða nøgd, tí á henda hátt ber til at fáa tónleikin beint heim í kamarið, har ungdómsteldan við teim stóru hátalarunum vanliga stendur, sum ein onnur jukeboks.
Í áhugaverdari grein í Vikuskiftinum síðsta leygardag, greiðir tónleikarin Edmund Jacobsen frá um teldur og tónleik og hvussu ein kann brenna sær fløgur. Ein hentur eginleiki, var tað ikki tað, at hann var brand ólógligur. Tí her er talan um at nápa verk, sum í vælferðarsamfelag okkara eru vard av lóggávu um upphavsrættindi, so sum greinskrivarin eisini vísir á.
Men gongdin í samfelagnum er so, at tøknin gongur hond í hond við eftirspurning og støðuga kravið um undirhald. At tøknin bráddliga gerst so framkomin, at hon í einum og øllum verður dugnaliga brúkaranum til vildar, er bert at fegnast um. Og tó. Hóast hetta snýr seg um makt og megi hins einstaka mótvegis risastóru, altjóða fyritøkunum, so er vandi í hvørjari vælferð.
Á tøkniliga økinum fær brúkarin størri og størri rásarúm. Í skúlanum munnu lærarar longu hava lært, at næmingarnir duga teldutøkni og alt, sum har til hoyrir, so nógv betri enn sjálvt hin best skúlaði lærarin.
Innan miðlar mugu vit eisini ásanna, at tann tign, sum liggur í journalistiska yrkinum er fyri sama falli. Í dag er tað ikki einans journalisturin, ið ger av, hvat vit fáa at vita og harvið kunnu taka støðu til og fáa haldgott innlit í. Dugnaligi og forvitni brúkarin hevur eisini á hesum øki yvirhálað journalistarnar. Men aftur her hava vit bruk fyri navigatiónini. Teirri professionellu navigatiónini, sum dagliga kann solda dumbu og bos frá veruligum gróni. Tað er ivaleyst størsta framtíðar avbjóðingin hjá bæði journalistum og lærarum okkara.
Dagsins tøkni hevur givið fólki ein framúr møguleika at sýna makt og megi yvirfyri allar yvirvøld. Starvsmannafelagið vísti okkum hetta í verki fyri longu drúgvari tíð síðani. Men í tí aktuella førinum kunnu vit við støði í tøknini eisini læra okkum at seta spurnartekin við, hvør vinnur mest, tá undirhaldsmaskinan fer í gongd.