Oddagrein·Eitt afturlatið land

Hendingarnar kring stjóran í SEV hava enn einaferð avdúkað, at SEV er eitt afturlatið land. Henda áskoðan á SEV hevur ofta verið frammi í fjølmiðlum og á umboðsnnevndarfundum, men sjáldan hevur hetta ført til størri opinleika ella meira gjøgnumskygni.

Hvat er tað fyri leikur almenningurin hevur upplivað í seinastuni? Vit hugsa ikki so nógv um tað heilt ítøkiliga málið, men um skipanina sum heild. Men kortini: tað stutta av tí langa er, at pressan, her ikki minst sjónvarpið við gravandi journalistikki, avdúkar, at SEV-stjórin møguliga er ógegnigur í sambandi við avgerðir, hann hevur tikið sum SEV-stjóri, samstundis sum hann er formaður fyri partafelagsnevndini hjá P/F Vágatunnlinum. Kjarnan í hesum er, at hevði pressan ikki havt tikið málið upp, so hevði spurningurin ikki verið reistur. Ikki fyrr enn pressan fer inn í málið vakna nevnd og umboðsnevndarformaður! Hesi áttu at havt reagerað fyri langari tíð síðani ja, tann dagin stjórin var tilevndur formaður fyri P/F Vágatunnlinum. Í hvussu er átti man tá at reist spurningin innanhýsis, um nakar gegnistrulleiki kundi standast av tí.

Afturat hesum kemur, at ein hevur varhugan av, at nevndin í SEV ikki hevði tikið spurningin um gegnið stjórans upp, um formaðurin í umboðsráðnum ikki var farin til verka. Tað gjørdi hann og tað tænir honum til heiðurs. Hinvegin situr almenningurin eftir við eini mynd av einum afturlatnum og ódemokratiskum felagsskapi. Tá nevndarformaðurin verður spurdur, hvat í roynd og veru er farið fram, svarar hann, at nú eru vit samdir og meira er ikki at tosa um! Hvat annað er farið fram er almenninginum óviðkomandi! Hetta er sama loynibryggið sum so oftani við SEV. Hetta kann ikki góðtakast. Vit eiga øll SEV. SEV er ein almennur kommunalur stovnur og ikki ein privatfyritøka. Almenningurin hevur rætt at vita um alt, sum gongur fyri seg innanveggja í SEV eins og í øðrum almennum stovnum, og tað eigur tí ikki at verða góðtikið, at almenningurin ikki fær alt at vita. Av hesi orsøk er tað spell, at eingin løgfrøðilig kanning verður gjørd. Ikki til tess at hongja persónar út ella finna syndabukkar men fyri at rudda upp í eini skipan, sum treingir til nútímansgerð sæð út frá einum almennum sjónarmiði.

Nú minnir úrslitið mest um ein rossahandil: Stjórin góðtekur at sleppa nevndarsessinum í Norðoyatunnellinum ? afturfyri sleppur hann undan kanning! Hetta er møguliga ein skilagóð loysn fyri allar partar, men vit eiga ikki at góðtaka, at nevndin dylur fyri almenninginum, hvat veruliga er farið fram. SEV hevur allar dagar verið eitt afturlatið land. Tíðin er farin frá hesum politikki. Vit liva í einum demokratiskum kunningarsamfelag. Hetta samfelag eigur ikki at góðataka nakað slag av loynibryggi innan almennar stovnar. Kommunalir stovnar eiga ikki at verða undantiknir. Nevndin og umboðsnevndarformaðurin gera tí klókt í at leggja øll kort á borðið. Lat tað verða undirstrikað her, at hetta skal ikki skiljast sum nakað persónligt álop á stjóran í SEV. Her er talan um prinsipp. Er vitan og orka hansara so týðandi fyri komandi Norðoyartunnilin, so eigur at bera til at brúka hana á annan hátt. Tá avgerð nú er tikin um, at hann skal ikki vera formaður fyri nevndini, so kundi hann verið brúktur sum ráðgevi.

Sosialurin