Annar av teimum fór so langt sum at siga, at talan var um eitt politiskt og løgfrøðiligt meistaraverk. Somuleiðis varð sagt, at talan var um eitt stig á sjálvstýrisleið, og at heimildarlógin gevur føroyingum møguleikar, sum vit ikki hava við verandi heimastýrsskipan.
Óbeinleiðis eru orðini hjá serfrøðingunum eitt rós til landsstýrissamgonguna, fyri at hon hevur fingið tað burtur úr, sum hon hevur fingið, tí fram er komið, at løgmaður noyddist at góðtaka viðurskifti, m.a. donsku viðmerkingarnar til danska uppskotið, fyri í heila tikið at fáa framt hetta stigið á sjálvstýrisleið.
Vit vita, at hetta hóvar ikki øllum. Andstøðuflokkarnir, Tjóðveldisflokkurin og tann tjóðveldissinnaði Miðflokkurin, hava barst ímóti. Teir hava víst á, at við heimildarlógini fluttu vit okkum aftur um tíðina við heimastýrislógini, at Danmark hevði allan rættin, og at yvirtøkulógin var ikki annað enn ein nýggj heimastýrislóg.
Sjálvandi skal allar ivi kannast. Men Ole Espersen segði tað so gott, tá hann við Útvarpið mikukvøldið segði, at um tað kemur til skarpskeringar, so hevur Danmark ikki einkarrætt til at hava rætt.
Tað var frálíkt við hesi hoyringini. Men tá tað er sagt, skal okkara viðmerking eisini verða, at tíðin at viðgera uppskotini í Føroyum var ikki nóg góð. Hvørki hjá løgtingi, uttanríkispolitisku nevndini hjá Løgtinginum ella hjá føroysku fjølmiðlunum, sum hava fingið skotið í skógvarnar, at teir ikki umrøddu hesi lógaruppskot nóg væl og gjølliga. Miðlarnir royna eftir førimuni og orku at liva upp til sína samfelagsábyrgd, og tá teir ikki gera hetta nóg væl, skulu eisini teir taka í egnan barm. Men tá mugu vit heldur ikki gloyma umstøðurnar, sum eru galdandi, og í hesum máli eitt nú skjóta viðgerðin. So hetta er eisini nakað, sum okkara myndugleikar eiga at taka hædd fyri eina aðru ferð. At eisini teir taka í egnam barm.
Sjálvandi skuldi løgtingsnevndin givið sær ta neyðugu tíðina og kalla inn serfrøðingar á hesum øki. Tað skuldi nevndin gjørt av sínum eintingum, og ikki tí at andstøðan í nevndini ynskti tað. Tá so ein roynd varð gjørd at kalla inn Ole Espersen og Guðmund Alfreðsson lá ikki fyri. Helst tí skotbráðið var ov lítið.
Úr einum fólkaræðiligum sjónarhorni er tilgongdin ikki nóg góð. Hon gevur fólki og andstøðu høvi at seta spurnartekin arbeiðið hjá samgonguni og misteinkiligt gera landsstýrið, tí eitt mál skal skundast ígjøgnum. Serliga, tá talan er um eitt so týdningarmikið mál, sum kann klúgva føroyingar í tveir partar.
Nú skal so danska Fólkatingið samtykkja lógirnar, tá politiskt- búskaparliga nevndin er liðug at viðgera uppskotini. Vónandi gongur ikki so long tíð til, at vit fáa roynt lógirnar,og víst, at tær eru eitt framstig. Hoyringin var í øllum førum eitt herðaklapp so bergmálið hoyrdist!
Sosialurin