Oddagrein· Eitt torført val

Spurningurin, hvussuleiðis Føroya Banki á bestan hátt verður einskildur, er ein sera áhugaverdur og stórur spurningur og hartil eitt torført politiskt val. Hesin spurningur er fyrst og fremst ein politiskur spurningur, tað vil siga ein spurningur av stórum almennum áhuga. Uttan mun til, at formelli ánarin er Fíggingargrunnurin, so er bankin almenn ogn. Hann gjørdist almenn ogn á sama hátt sum so mangar aðrar privatar fyritøkur, nevniliga sum ein kreppuloysn og ikki sum eitt úrslit av einari tilætlaðari politiskari tilgongd við nationalisering ella tjóðnýting fyri eygað.

Tað var altso samfelagið ella borgarin í Føroyum og í Danmark, sum bjargaði bankanum, og tí eru sterkar kenslur uppií, tá avgerðin um einskiljing skal setast í verk. Hví skal bankin í heila tikið einskiljast? Spyrja mong. Er ikki gott, sum er og gevur hann ikki eitt gott íkast til landskassan? Spurningarnir eru viðkomandi, men samstundis settir til fánýtis. Politiska avgerðin um einskiljing er tikin. Avgerðin var í roynd og veru longu tikin, tá bankaloysnin varð framd í verki. So her vendist ikki aftur, og tað kann ein harmast um alt eftir politiskari sannføring.

So er spurningurin um leist ella myndil. Her eru tvey ymisk sjónarmið galdandi. Annað mælir til at fremja einskiljingina uttan avmarkingar, tí hesin leistur vil geva eigaranum, sum í roynd og veru er Føroya fólk sum mest burturúr. Henda framferð vil eisini vera meira í tráð við altjóðagerðina, sum krevur ein reint liberalistiskan leist. Einhvør onnur verkseting vil seinka eini neyðugari liberalisering av føroyska fíggjarmarknaðinum.

Hitt sjónarmiðið vísir á vandan við, at ein einstakur strategiskur íleggjari keypir bankan og sostatt fer avstað við t.d. helvtini av føroyska fíggjarmarknaðinum. Hetta kann hava óheppnar fylgjur á mangan hátt eitt nú við uppsøgnum, flyting av virksemi v.m. Tyngst vigar tó hetta, at vit missa búskaparpolitiskan og fíggjarpolitiskan avgerðarrætt til útlendska fyritøku og harvið gleppur okkum týdningarmikið politiskt amboð av hondum. Tjakið er sera áhugavert, men kemur neyvan at ávirka avgerðina, sum eftir øllum at døma er tikin, og tað merkir so aftur, at talan verður um avmarkaða sølu, og er hetta ivaleyst ein reint politisk avgerð. Hesum er einki løgið í, eftirsum bankin jú er almannafæ.

Sosialurin