Oddagrein· Eljustríð

Fyri stuttum kunngjørdi samgongan, at nú vóru allir trupulleikar beindir burtur. Alt andaði av sátt og semju á Ólavsøku, og samgongan hevði frammanundan proklamerað, at frá nú av fóru allar ósemjur at verða greiddar innanhýsis.

Men Ólavsøka og Jógvan S vóru ikki meira enn farin aftur um bak, so varð aftur eldur í skálanum. Bjarni Djurholm, vinnumálaráðharri, leggur út við einum uppskoti um djúptøknar broytingar á arbeiðsmarknaðinum. Uppskotið er heilt í tráð við tað, sum samgongan áður hevur fráboðað í samgonguskjalinum og sum fyrr í summar var borið fram í oddagrein í Fregnum, sum jú standa Tjóðveldisflokkinum sera nær: Alt bendir tí á, at samgongan fyri Ólavsøku var púra samd um at gera stórar avmarkingar í virkisfrælsið hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum.

Men so er knappliga vent í holuni. Hóast vinnumálaráðharrin kann skjalprógva, at honum er litið upp í hendurnar at gera uppskot til hesar broytingar, venda hinir samgonguflokkarnir honum við eitt bakið. Teir hava fingið kaldar føtur. Serstakliga Tjóðveldisflokkurin vil nú als ikki kennast við uppskotið um broytingar á arbeiðsmarknaðinum, hóast tað kann skjalprógvast, at øll samgongan hevur tikið undir við uppskotinum á landsstýrisfundi. Hartil kemur er, at varaløgmaður nú heldur fast við, at vinnumálaráðharrin ongantíð hevur fingið grønt ljós fyri sínum uppskoti um fastan gerðarætt og avmarkingar í verkfalsrættinum.

Vinnumálaráðharrin í sínum lagi heldur rimmarfast við, at hann frá samgonguni hevur fingið undirtøku fyri sínum arbeiðsmarknaðarpolitikki. Honum til hjálpar kemur sjálvur løgmaður og sigur við útvarpið, at Bjarni Djurholm sigur satt, alt meðan varaløgmaður sigur ósatt! Samstundis skundar hann sær at vissa okkum um, at hetta er ikki so álvarsamt, sum tað ljóðar. Hvat er hetta fyri nakað? Antin sigur vinnumálaráðharrin ósatt, ella sigur varaløgmaður ósatt. Báðir kunnu í hesum føri ikki siga satt.

Hvussu so er og ikki, so heldur eljustríðið í samgonguni fram, men samstundis er einki at ivast í, at sjálv samgongan eisini heldur fram til tann beiska enda. Hóast hetta eljusstríð er tað meira sum bindur, enn sum skilur. Bindarin er maktin! Hartil kemur so sum ein hentur síðuvinningur hetta, at klandrið og orðadráttirnir tryggja, at veljarin ikki verður at síggja samgonguna sum ein stóran politiskan klump, har eingin munur er á flokkum og hugsjónum. Tað er jú mikið praktiskt, men um hetta gagnar fólkaræði, landi og fólki er ein stórur spurningur. Livst so spyrst.