Landsfundurin gjørdi samtykt í fimm høvuðspunktum, og áhugavert er, at fyrsta punktið í samtyktini snýr seg um bleytu virðini. Hetta snýr seg við øðrum orðum um vælferð, heilsumál, almannamál og mentan. Samtyktin vísir við øðrum orðum aftur til valstríðið, ið hjá Sambandsflokkinum eins og hjá hinum stóru flokkunum snúi seg um bleyt virði. Landsfundarsamtyktin nevnir bert ríkisfelagsskapin sum eitt slag av fortreyt fyri vælferðini í og við, at hendan skal tryggjast millum annað við góðari røkt av ríkisfelagsskapinum. Hetta má sigast at vera nakað av eini niðurstóning av høvuðsmáli Sambandsfloksins. Sambandið við Danmark tykist ikki longur at vera mál í sjálvum sær, men ein síða av vælferðini. Hetta minnir ikki sørt um støðu Javnaðarfloksins í seksti- og sjeytiárunum.
Men annars er tað ítøkiligi vælferðarpolitikkurin, sum er á skránni: Her verður talað um, at bíðitíðin fyri at fáa viðgerð á sjúkrahúsi skal styttast niður í tveir mánaðir, at sálarliga sjúk og menningartarnað skulu hava ein gevandi og mennandi gerandisdag. Víðari snýr fundarsamtyktin seg um trivnað, um livikor, útbúgving og mentan, ið skulu raðfestast høgt, ja hægri enn sjálvur ríkisfelagsskapurin kann ein lesa millum reglurnar. Samtyktin umrøður kvinnuundirskotið, ið, sum tað verður sagt, skal minkast við at geva teimum somu tilboð, sum tær hava í hinum partinum av ríkisfelagsskapinum. Hetta er sera áhugavert, um hetta merkir, at Sambandsflokkurin er sinnaður at fara eins langt í eitt nú etiskum spurningum, sum bróðurflokkurin í Danmark.
Onnur mál í samtyktini snúgva seg ítøkiliga um hægru útbúgvingarnar, har tær maritimu fáa serstaka umrøðu, og ein altjóða matvøruútbúgving skal setast á stovn á Fróðskaparsetrinum. Altjóðagerð er í fokus og Føroyar skulu hava økta luttøku í Norðurlandaráðnum, sess í ST, og samráðingar skulu takast upp við ES um treytir fyri ES-limaskapi við undantøkum. Orka og umhvørvi fylla nógv, og Føroyar í 2025 skulu verða millum fremstu lond, tá talan er um varandi orku, og myndugleikar í høvuðsheitum skulu fylgja tilráðingum frá fiskifrøðingum. Samanumtikið ein sera áhugaverd landsfundarsamtykt, sum lýsir ein nútímansgjørdan og endurnýggjaðan Sambandsflokk merktur av einum nýggjum ættarliði av ungum akademikarum og ungum vinnulívsmonnum.
Sosialurin