ODDAGREIN: Er ætlanin at kvala Rás2?

Sambært tíðindum í Kring­varp­i­num í gjár er ætlanin hjá kring­varps­leiðsl­uni, at mestu spar­ing­ar­n­ar á stovn­i­num skulu ganga út yv­ir sjón­varp­ið. Boð­að varð frá, at Dag­ur & Vika – flagg­skip­ið og størsti ment­an­ar­beri hjá Kring­varp­i­num, fer í søg­una. So at siga all­ar spar­ing­ar­nar skulu ganga út yv­ir sjón­varp­ið, með­an út­varp­ið skal koyra víðari.

Útleggingin av hesum fyri okk­um, sum dag­liga kappast við Kring­varp­ið um lýs­ing­ar er, at Kring­varp­ið ikki und­ir nøkr­um um­støð­um vil missa markn­að­ar­part av út­varps­lýs­ing­um. Hetta vís­ir bara, hvussu skila­leyst tað er grunda rakst­ur­in av al­menn­um kring­varpi á ó­trygg­ar lýs­ing­ar­inn­tøk­u­r.
Sjónvarpið hevur ongan kapp­ing­ar­neyta. Og sjón­varp­ið fær ong­an kapp­ing­ar­neyta, tí um vit ikki hava eitt al­ment pub­lic ser­vice sjón­varp, sum á onkr­an hátt er alment fíggj­að, so hava vit einki sjónvarp.
Tað er kanska á onkran hátt skilj­andi, at kringvarpsleiðslan heldur fast upp á lýs­ing­ar­inn­tøk­ur­nar, tá so lítl­ar vón­ir eru um, at stovn­ur­in fær pol­it­iska hjálp – ella í øll­um før­um eru ván­a­lig út­lit fyri, at stovn­ur­in fær eina kap­i­tal­inn­sproyt­ing, sum er ein­asta loysn at sleppa undan skrædli.
Men tað er hugvekjandi, at ein al­menn­ur stovn­ur skal bjarg­ast við at halda fram og herða ó­javna stríð­ið um hand­ils­lýs­ingar­, sum er lívs­grund­ar­lag­ið hjá priv­atu miðl­u­num – og ikki minst hjá Rás2.
Sambært frágreiðing frá kring­varps­stýr­i­num 8. nov­em­ber til Ment­a­mál­a­ráð­ið, so ætl­ar Kring­varp­ið at herða stríð­ið um lýs­ing­ar­nar, tí tær eru mink­að­ar so nógv sum keypiorkan í land­i­num er mink­að, men at stovn­ur­in nýt­ir nógva orku í eini roynd at út­vega Kring­varp­i­num fleiri og støðugari lýs­inga­rinn­tøk­ur. Tey vísa eis­ini á, at Kring­varp­ið ikki hev­ur loyvi til at hava lýs­ing­ar á heim­a­síð­uni, og at hetta er ein mein­bogi. Stýr­ið sig­ur í fr­á­greið­ing­ini, at stríð­ið um lýs­ing­ar­peng­ar­nar kann eydn­ast, men at stór ó­vissa er um hesa inn­tøku.
Okkara boð eru púra greið: Løg­ting­ið má á ong­an hátt geva Kring­varp­i­num loyvi til at selja lýs­ing­ar á heim­a­síð­uni. Held­ur eig­ur løg­ting­ið sum skjót­ast at taka loyvi frá Kring­varp­i­num at selja hand­ils­lýs­ing­ar, tí tað er ikki rætt, at ein skatta­inn­krevji, sum Kring­varp­ið, skal kapp­ast við priv­at­ar miðl­ar um lýs­ing­ar­nar, so sum Kapp­ing­ar­ráð­ið eis­ini hev­ur stað­fest. Men tá løg­ting­ið sig­ur, at hend­an ó­javna kapp­ing skal vera, so fær Kapp­ing­ar­ráð­ið einki gjørt.
Løgtingið eigur at tryggja Kring­varp­i­num eina støð­uga inn­tøku. Hon kann sakt­ans vera lægri, enn hon er í dag, men tað er ikki rætt, at al­menna kring­varp­ið skal sleppa at kvala Rás2 og aðrar miðl­ar.