Flokkarnir eru ikki samdir um lógaruppskotini um, hvussu málsøkini skulu yvirtakast, hvussu blokkurin skal »niðurlagast«, hvussu langt áramálið skal verða, og heldur ikki eru flokkarnir samdir um fólkaatkvøðudagin.
Tað merkir, at flokkarnir eru grundleggjandi ósamdir um øll viðurskifti í samband við fólkaatkvøðuna. Tað veri seg lógaruppskot og meiri praktisk viðurskifti. Tí er spurningurin, um vit kunnu rokna við løgtingsvali í næstum?
Nú er ikki nógv, sum lekur út, men tað skilst, at Tjóðveldisflokkurin heldur fram at »spæla við vøddunum«, sum onkur annar í samgonguni hevur sagt.
Bæði Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin síggja vandan í hesi leið og bera ótta fyri, at samgongan »missir alt á gólvið«. Harafturat halda hesir flokkar, at nýggja ætlanin er í stríð við stýrisskipan og tingskipan okkara.
Uttan at siga tað í orðum, verður við uppskoti til samtyktar lagt upp til, at Føroyar gerast fullveldisríki. Men samstundis skulu vit varðveita blokkin í eini »niðurlaðingartíð«. Hvat sigur danska stjórnin til tað? Neyvan fer hon at góðtaka at lata stuðul til Føroyar, sum hava lýst seg at vera fullveldisríki!
Spurningurin er so, um teir »hóvligu« flokkarnir klára einaferð afturat at fáa Tjóðveldisflokkin at bakka. Sjálvstýrisflokkurin og Fólkaflokkurin kunnu ganga vítt, men teir góðtaka ikki, at blokkurin skal laðast niður eftir 10 árum, og harafturat halda teir, at skopbráið til 25. apríl er ov stutt.
Í løtuni fer politiska toganin fram í loyndum, og tí eru nógv gitingar, men nógv av tí, sum er komið fram, tykist óbúgvið! Tað er hóast alt framtíðin hjá Føroya fólki, sum málið snýr seg um. Og meiri loyniligt og ivingarsamt alt er, størri møguleiki er fyri einum braki á fólkaatkvøðuni, um hon í heila tikið verður!
Sosialurin