ODDAGREIN: Fólkaflokkurin heldur veljarar fyri gjøldur

Málið um hækka rentustuðulin aftur vísti nakrar politiskar veruleikar í Føroyum í dag: Tjóðveldisflokkurin avdúkaði aftur, at hann fullkomiliga hevur strikað tann solidariska arbeiðarapolitikkin. Og Fólkaflokkurin avdúkaði aftur, at tað eru bara lótir, tá hann tosar um at lækka skatta- og avgjaldstrýstið!


 

Fyrr í vikunu fall uppskotið hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum um aftur at seta rentustuðulin upp í 48 prosent. Eftir lógini lækkaði hann niður í 44. prosent á nýggjárinum. Grundgevingarnar fyri at broyta lógina vóru m. a., at tað er dýrari liva. Oljan er kostar meiri. Tað sama er galdandi fyri flest allar húsarhaldsvørur. Og rentan er hækað nakað.


Men bara uppskotsstillararnir atkvøddu fyri, hóast Óli Breskmann, framsøgumaður hjá Fólkaflokkinum, rósti uppskotinum, tá tað var til 1. viðgerð. Hann næstan skuldsetti Karsten Hansen fyri ikki at hava lagt eitt slíkt gott uppskot fram. Jógvan Durhuus, úr Tjóðveldisflokkinum, var lunkaður, men kortini positivur. Sjálvstýrisflokkurin segði hinvegin, at hann tók ikki undir við uppskotinum, so hann var erligur.


Eftir samgonguskjalinum skal skatta- og avgjaldstrýstið lækkast. Tá einki hendi, boðaði Fólkaflokkurin frá, at kom ikki uppskot um skattalækka, skuldi hann leggja uppskot fram. Men hetta var bara ein leikur fyri fólki. Eingin veruligur skattalætti kom, og hann atkvøddi ikki fyri skattalætta-uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Sambadsflokkinum.


Heldur ikki atkvøddi hann fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokinum at lækka avgjaldið á bensini, sum hevði medvirað til at lækka avgjaldstrýstið. Vit kunnu tí staðfesta, at skattapolitikkurin hjá Fólkaflokkinum eru lótir og at hann heldur sínar veljarar fyri gjøldur. Um Tjóðveldisflokkin kann afturat staðfestast, at útsølan heldur fram og skjótt verður skeltið »Enda-útsøla« hongt upp!