ODDAGREIN: Fólkaræði og politiska upplýsingin

At tað kostar pengar at fáast við politikk, løgdu tingmenn, við tingformanninum á odda, serligan dent á í fjør, tá teir hækkaðu tingmannalønina úr umleið 16.000 krónum upp í umleið 25.000 krónur. Á hesum stað skulu vit ikki taka dagar ímillum, um hetta var rætt ella ikki.

 


Men nú fíggjarlógaruppskotið er lagt fyri tingið sæst, at landsstýrismaðurin í mentamálum hevur skarvað av játtanini til politiska upplýsing, sum er stuðul til politisku flokkarnar.

Í sínari tíð varð hesin stuðul nýttur m. a. til blaðútgávu, men seinnu árini hava flestu flokkar bygt upp eina organisatión, sum kostar nógvar pengar at reka.

Vit kunnu altíð kjakast um, hvørt tað er rætt, at flokkarnir fáa almennar pengar til rakstur. Men tað skerst ikki burt, at fólkaræðið verður styrkt, um allir flokkarnir eru javnt væl fyri fíggjarliga.

Í øðrum londum verða flokkarnir øðrvísi fíggjaðir. Í Danmark eru Javnaðarflokkurin og fakfelagsrørslan rættuliga tætt knýtt, og verður flokkurin stuðlaður fíggjarliga av fakfeløgunum. Teir borgarligu flokkarnir verða á sama hátt stuðlaðir av vinnulívinum, men kortini hevur Fólkatingið økt munandi um fíggjarliga stuðulin til flokkarnar.

Í Føroyum kenna vit einki til, at hvørki fakfelagsrørsla ella vinnulív stuðla flokkum fíggjarliga, og er tað helst tryggast, at hesum stuðul greitt er tilskilaður á løgtingsfíggjarlógini. Tað tykist kortini, sum um ávísir politikarar síggja eina fragd í pilka burtur av hesi játtan - og ofta hevur tað bara verið fyri at sæð penur út.

Í viðmerkingunum til fíggjarlógaruppskotið nertir mentanarnevndin hjá løgtinginum við júst hetta málið. Mælt verður til, at kontoin á fíggjarlógini verður flutt frá grein 7 undir skúlamálum, sum er »útbúgving og gransking« til grein 1, sum eitur »Løgtingið« og tað er løgtingið, sum eigur at gera greitt, hvussu politisku flokkarnir skulu stuðlast.

Eyðsæð er, at hetta hevur rættuliga nógv við fólkaræði at gera. Tað er av sera stórum týdningini, at andstøðuflokkarnir eisini hava møguleika at verða við í politisku prosessini. Hetta er kanska serliga komið til sjóndar í hesum valskeiði, tá landsstýrið hevur gjørt sera nógv upplýsandi arbeiði, har spurningurin kann setast við, um tað er partapolitiskt ella ikki. Soleiðis fer altíð at vera, tí flokkarnir í samgonguni verða altíð betri fyri í so máta.

Men við at tryggja fíggjarliga grundarlagið undir flokkunum, verður samstundis tryggjað, at andstøðan hevur møguleikan at koma við einum konstruktivum mótspæli. Hava andstøðuflokkarnir ikki fíggjarligu fortreytirnar fyri at gera hetta arbeiði, so verður úrslitið hareftir.