Áhugavert verður at síggja, hvussu betongformalistarnir í Tjóðveldisflokkinum fara at forklára hetta. Sambært teirra undarligu tulking uttan hald í veruleikanum, kann man ikki gera nakra skipan innanfyri donsku grundlógina, uttan at stavnsbinda føroyingin til donsku grundlógina í allar øldir og ævir.
Løgið er, um Tjóðveldismenn kunnu ganga við til at formaður floksins, um hann verður valdur á Fólkating, gevur lyfti um at virða eina grundlóg, ið sigur, at Føroyar og Grønland eru partar av danska ríkinum. Gevur formaður floksins hetta lyftið, ja so rýkur tað sindrið av trúvirði teirra alt ella einki útlegging av viðurskiftunum til donsku grundlógina, nakrantíð hevur havt.
Stillar Tjóðveldisflokkurin upp til fólkatingið og kemur inn, so verður neyvan friður eina løtu. Høgni Hoydal kann ikki ynskja sær ein betri platform til at skapa rok og konfrontatiónir enn ein fólkatingsess. Her er tað hundurin liggur grivin. Formalistiska tosið má víkja fyri møguleikanum at sleppa framat rampuljósinum og kunna verða í sjónvarpi og útvarpi í heilum við onkrari nýggjari forferdiligheit um hvussu danska stjórnin vanvirðir føroyingar, altjóða fólkarætt og altjóða mannagongdir í allari almindeligheit. Formaður Tjóðveldisfloksins hevur sera góð evni til at eftirrationalisera eina gongd, so sum málið um Signar á Brúnni eisini vísti okkum. Tað málið kunnu vit venda aftur til eina aðru ferð.
Hesin flokkur hevur í hesum valskeiði víst meira gang enn avrik, og eingin grund er at vænta nakað annað undir núverandi floksleiðslu, óansæð um teir koma á Fólkating ella ikki. Samgongufelagin Fólkaflokkurin hevur hóast alt staðið á odda fyri yvirtøku av Skipaeftirlitinum. Hetta fór fram í allari friðarligheit, uttan at journalistar stóðu uttanfyri fundardyr og ótolnaðust, soleiðis sum vit síggja tað, hvørja ferð Høgni Hoydal fæst við okkurt smávegis. Skipaeftirlitið er hóast alt tað tyngsta økið, ið verður yvirtikið í hesum valskeiðnum. At landsstýrismaðurin so hevur misbrúkt sína støðu til at tvangsflyta Skiapsýnið vestur til sítt egna valdømi er so ein onnur søga.
Óansæð hvat støðan verður, so finst neyvan nøkur betri viðurkenning av okkara ríkisfelagsskapsstatus enn at lata seg velja inn á Fólkating við tilhoyrandi lyfti um, at man virðir donsku grundlógina. Kanska gongur Tjóðveldisflokkurin hóast alt við til eina pragmatiska loysn innanfyri ríkisfelagsskapin, tá teir nú fara at viðurkenna donsku grundlógina við tilhoyrandi orðingum um Føroyar og Grønland. Og ynskir hann at koma í eina samgongu eftir komandi løgtingsval er hann helst eisini noyddur til tað. So hví ikki leggja um longu nú. Hví ikki saðla tann pragmatiska hestin enn einaferð. Soleiðis hevur flokkurin jú saðlað um aftur og aftur eftir kravboðum frá løgmanni. Og í løtuni ger Tjóðveldisflokkurin ikki annað enn at fremja yvirtøkur sambart Heimastýrislógina. Tað var ikki tann hestin hann saðlaði eftir seinasta val.
Sosialurin