Nakað tað sama kunnu vit siga um okkara politikarar. Serliga teir, sum tollaksmessudag tryggjaðu sær sjálvum stóran skattalætta.
Tá løgmaður skipaði nýtt landsstýrið í novembermánaði, tá økti hann eisini útreiðslur landskassans til landsstýrismannalønir við sløkum trimum milliónum um árið pluss tað, at fýra landsstýrisfólk skuldu hava bíðipengar.
Men tað kostar eisini landskassanum nógv, at fleiri av landsstýrisfólkunum búgva uttan fyri høvuðsstaðin, tí hesi fólk skulu hava nógvar pengar í »kostnaðarendurgjaldi«, sum koyripengarnir hjá landsstýrisfólki eita.
Sum tað sæst í grein í blaðnum í dag, so skulu teir seks landsstýrismenninir, sum búgva uttan fyri høvuðsstaðin, hava um 900.000 krónur árliga í koyripengum. Tað merkir, at Karsten Hansen, Bjørn Kalsø og Jákup Mikkelsen, sum búgva í Klaksvík, skulu hava 164.000 krónur árið – ella um 14.000 krónur um mánaðin í koyripengum í part. Tað sama fær Johan Dahl, tí hann býr í Fámjin.
Eyðvitað hava landsstýrismenn útreiðslur av at skula koyra til Havnar, men at fáa 14.000 krónur skattafrítt um mánaðin, tað gevur onga meining. Hetta er nógv meira enn nógv onnur fólk hava eftir av síni løn, fólk, sum eisini koyra langa leið til Havnar til arbeiðis.
Óivað eru nógvar meiningar um, hví skipanin er, sum hon er. Men tað merkir ikki, at hon er røtt. Løgmaður hevur ábyrgdina av henni, og her kundi hann framt eina munandi sparing við at tikið burtur hetta meingsleysa »kostnaðarendurgjald«, sum ikki er annað enn ein kamuflerað lønarhækking. Teir eiga sjálvandi at hava somu skyldur sum onnur fólk. Hvat er tað, sum ger landsstýrisfólk so serlig, at tey skulu sleppa undan at rinda skatt av stórum parti av lønini? Hví er sama skipan ikki galdandi fyri vanlig fólk?
Tað er í ordan, at politikarar fáa góðar lønir, tí annars fáa vit valla góðar politikarar. Men tað er ikki í ordan, at politikarar ikki gjalda skatt sum onnur fólk. Eitt er, at tað er órættvíst, men tað ger eisini, at teir ikki merkja síni sparitiltøk á egnum lumma, eins og onnur fólk. Teir missa sambandið við fólkið.
Hann kann bøta skaðan við at taka av kostnaðarendurgjaldið, og harvið spara landskassanum millum tríggjar og fýra milliónir krónur hetta valskeiðið.