Oddagrein· Føroyar og ES

Róð hevur verið framundir at neyðugt er við einum orðaskifti um støðu okkara til ES. Eitt orðaskifti um støðu Føroya til ES hevði verið gagnligt bæði fyri at lýsa støðu flokkana og eisini fyri at mana tær mest vanligu myturnar og ræðumyndirnar í jørðina

.

Føroyingar hava í dag tann fyrimun, at vit kunnu velja at fáa okkum eitt ES pass uttan limaskap. Hjá teimum, ið starvast ella ferðast nógv uttanlands er hetta ein lætti. Óansæð hvat man annars meinar um ríkisfelagsskapin, so er hetta ein fyrimunur við ríkisfelagskapinum. Ein annar fyrimunur við okkara núverandi støðu er, at vit hava ein relativt stabilan valuta, ið fylgir rættiliga væl evrini, har hann fyrr plagdi at hanga uppií týska markinum. Hvat vildi hent, um Danmark fekk evruna? Vit høvdu ikki kunnað sitið eftir við ongum gjaldoyra, so evran hevði blivið til okkara gjaldoyra. Hetta hevur Føroya Landstýri eisini fingið greiðar ábendingar um. Hví skuldu vit valutamessiga verið verri fyri enn onnur oyggjasamfeløg við tilknýti til EU lond sum til dømis sponsku oyggjarnar vestan fyri Afrika við fríhandilsstatus?

Tað er ikki so galið at kunna fáa teir fyrimunir, ið ES pass og ES valuta viðførir, uttan at noyðast at gerast mikroskopiskur limur í ES. Tað er ein frammihjárættur, ið vit bert hava vegna okkara ríkisrættarligu støðu. Okkara størsti marknaður er ES, og okkara núverandi gjaldoyra svingar við ES allíkavæl. Tað er umráðandi at vit ikki geva avkall uppá teir fyrimunir, vit hóast alt hava í ríkisfelagsskapinum, tí annars verður tað skjótt ein sjálvuppfyllandi profeti, at ríkisfelagsskapurin einki nyttar.

ES grundlógin verður sæð sum ein stór hóttan, og verður hetta argumentið nýtt fyri einari uppgerð við Danmark, fyri at Føroyar ikki skulu enda í ES av sær sjálvum, um Danmark frásigur sær vald til Bruxelles. Viðvíkjandi ES grundlógini kunnu vit taka tað rættiliga róligt, tí hesar samráðingar vóru úrslitaleysar, tí at ES limalondini kundu ikki semjast um eina slíka. Um ES í framíðini kemur til eitt punkt, har semja er um eina slíka grundlóg, so kunnu vit vera viss í, at hon verður av teimum mest generellu av slíkum, har lægsti felagsnevnari dikterar. Trupulleikin er ikki størri enn so, at vit í Føroyum til ta tíð kunnu snikka eina føroyska grundlóg, ella hvat man vil kalla hana, saman. Stórabretland hevur til dømis onga skrivaða grundlóg, men ikki kann sigast, at landið er fallið í grús av tí grund.

Vit eiga at diskutera ES, tí at vit noyðast at laga okkum til tey krøv ES, sum størsti marknaður setir okkum. Hetta eru praktiskir spurningar, ið eiga at verða adresseraðir leypandi. Tær meira studentikosu "hvat nú um" diskussiónirnar skullu sjálvandi eisini umrøðast á rætta stað til røttu tíð, men vit skulu ikki loypa framav og gera eitt so týdningarmikið mál sum ES til ræðuherferð hjá einstøkum flokkum við at mála tann grábeinta óneyðuga nógv uppá veggin.

Meirilutin av føroyingum eru ímóti ES limaskapi. Hví skuldu vit meldað okkum inn í ein felagsskap, har vit onga ávirkan fáa, tá vit nú fáa nøkur av frammihjárættindunum gjøgnum ríkisfelagsskapin, uttan at verða limir?

Sosialurin