Í øllum hesum útviklinginum hevur tað verið ein greið støða, at Føroyar og føroyingar skulu hava sum mest burtur úr eini oljuvinnu men eisini tilgongdini til eina veruliga oljuvinnu. Vit kenna krøvini um keikantin og um at brúka føroyskar vørur og tænastur.
Enn eitt týðandi stig á hesi leið er í víðari merking at kunna brúka føroyska arbeiðsmegi í hesum útviklingi. Tað er so eisini andin í føroysku lóggávuni. Nakað annað er so, hvat bæði oljufeløg og myndugleikar vilja og gera. Tað stendur teimum sjálvandi frítt at velja út síni fólk. Tað er tó sera týdningarmikið fyri bæði verandi gongd og framtíðina, skulu Føroyar gerast ein virkin oljutjóð, at okkara egnu fólk eru við til at manna størvini á øllum stigum. Men her ikki minst týðandi lyklastørv.
Tí er tað kærkomið at hoyra, at fyristøðufelagið Statoil í komandi boring á landgrunninum leggur seg eftir at seta føroyingar í lyklastørv. Eitt nú síggja vit, at leiðandi boriverkfrøðingurin í sambandi við hesa sera krevjandi og týðandi boring er føroyingur. Eisini hevur felagið sett dugnaligan føroying til at taka sær av øllum tí stóra og krevjandi fíggjarliga partinum av virkseminum, nakað, sum fyrr hevur ligið hjá fakfólki í øðrum londum. Hetta má sigast at vera rætta leiðin at ganga, skulu vit gera okkum tankar um at vera við til at mynda og forma eina framtíðar oljuvinnu. Hóast vit koma 25-30 ár seinni í gongd enn norðmenn, so hava vit tó tann fyrimun at kunna læra av teirra mistøkum og royndum. Tá oljan varð funnin har varð Noreg invaderað av amerikonskum serfrøðingum, sum tóku sær av einum og øllum. Tað er hetta liðið, sum vit í ávísan mun vilja leypa um og heldur beinanvegin lata okkara egnu útbúnu fólk sleppa at royna seg fáa avbjóðingar og kunnu gera sínar egnu royndir.
At føroyingar, sum Statoilstjórin so rámandi segði við Vinnusíðurnar herfyri, koma at sita báðumegin borðið fer at vera ein fyrimunur bæði fyri oljufeløgini og myndugleikarnar. Tí skal tað vera okkara vón, at bæði feløg og myndugleikar gera sítt til at ávirka gongdina henda vegin, og tað er so í fyrsta lagi at útbúgva okkara egnu fólk til at manna eisini tey týðandi størvini í eini komandi oljuvinnu. Og eisini her hava oljufeløgini ein týðandi leiklut, tá tey stuðla og lata dyrnar upp fyri fólkum at útbúgva seg og royna seg. Alt í alt ein skilagóð tilgongd og vinnarastøða fyri allar partar.
Sosialurin