ODDAGREIN: Ferðin er størsti dreparin

Ráðið fyri Ferðslutrygd fer næstu dag­ar­nar undir eitt átak til tess at fáa fólk at taka fótin av spitaranum. Tað er eitt fakt­um, at ferð­in drepur. Ferðslu­trygd hevur lat­ið gjørt kann­ing, sum vísir, at trið­ing­ur­in av okk­um held­ur tað vera í lagi at koyra ov skjótt.

Tað er sum vera man lítið hug­a­ligt, at slík líka­sæla valdar millum fólk, at tey halda tað vera í lagi at koyra ov skjótt, og tað er henda hug­burð, sum Ferðslu­trygd vil broyta.
Fyri nøkrum árum síðani setti Ferðslu­trygd sær ta ferðslupolitisku stevnu, at eingin skal láta lív ella vera álv­ars­liga skaddur í ferðsluni. Henda stevna endaði sum eitt pol­it­i­sk mál í løg­t­inginum, nevnt null-hug­sjónin.
At tað hjálpur at seta sær slík mál, tað vita vit av royndum. Eitt gott dømi er tilvitskan um at koyra við trygdarbelti. Tá lógin varð broytt í Før­oyum í 1986 vóru fleiri sum mót­mæltu. Fólk argumenteraðu bein­leiðis ímóti trygdarbeltum, tí tey skuldu vera vandamikil og kundu kosta mannalív.
Somuleiðis við rús­drekka­koyr­ing. Eing­in held­ur tað vera í lagi at koyra við kenning. Og tá pro­millu­mark­ið her­fyri varð broytt úr 0,8 nið­ur í 0,2, so var tað kortini eingin trup­ul­leiki, hinvegin fegnast fólk um, at nú vita tey, at tey als ikki skulu koyra, hava tey drukkið.
Tí fer tað eisini at bera til at broyta hugburð um ferð­ina. Tað er tó ikki so langt síðani, at ein løg­tings­mað­ur legði uppskot fram á ting um at hækka hámarksferðina á lands­vegunum í Føroyum. Eitt slíkt upp­skot er í besta lagi tápuligt. Tað kann ikki koma upp á tal at hækka há­marks­f­erðina á okkara krók­utu landav­egum. Høvdu vit havt tví­spor­a­ðar motorvegir, so var tað nak­að annað. Men tað hava vit ikki og tað fáa vit valla. Vert er eis­ini at hava í huga, at tú vinn­ur so ómetaliga lítið við at seta ferðina upp á 90 heldur enn 80 km/t á strekki­num millum Havnina og Klaks­vík, so vinnur tú bara 90 sek­und!
Vísindini siga, at koyrir tú oman fyri 90 km/t heldur enn niðanfyri, so økist talið av deyðsvanlukkum við 21 prosentum. Koyrir tú 80 km/t, tá skaði hendir, so er møguleikin fyri at verða skaddur 50 prosent. Koyr­ir tú 100 km/t, tá skaðin hendir, so er møguleikin fyri at verða skaddur 100 prosent.
Tí eiga vit at hava størstu re­spekt fyri ferðini. Tað eigur øll ferðslu­und­ir­vís­ing eisini at byggja á –?og fá­ast bil­før­ar­ar ikki at skilja tað, so er und­ir­vís­ing­in ikki nóg dygg. Øll ferðslu­lóg­gáva eigur eisini at virða hetta. Tá ferðin drepur, og eingin skal doyggja, so má ferðin sjálvandi niður.