Tey vóru kanska mong, sum undraðust á vallyftini hjá Tjóðveldi upp undir fólkatingsvalið um, at hetta fór at verða tað seinasta fólkatingsvalið, tí Føroyar fara at taka loysing í komandi valskeiðið. Skuldi hesi boðini frá Tjóðveldi takast fyri fult, so stendur loysingin fyri durum – og skuldi sitandi samgonga hildið fram aftan á valið, so verður tað Aksel V. Johannesen, løgmaður, sum fer at standa á odda fyri loysing millum Danmark og Føroyar.
Tað sampakkar sum vera man illa við, at júst Aksel V. Johannsen hevur lagt dent á, at Javnaðarflokkurin er ein samríkisflokkur.
Eftir fullveldiseuforiina um aldarskifti, so visti heldur ikki Javnaðarflokkurin reiðiliga, hvørjum beini hann skuldi standa á fullveldismálinum. Tá alt embætisverkið hjá landsstýrinum reikaði landið runt í koti at sannføra fólk um, at tey skuldu atkvøða fyri loysing, tá fluttist mangt á fullveldisleið.
Eisini Javnaðarflokkurin tóktist hella fullveldisvegin. Men alt broyttist, tá Anfinn Kallsberg sló nevan í borðið og steðgaði allari fullveldistilgongdini við at avlýsa fólkaatkvøðuna, sum vera skuldi hin 26. mai í 2001.
Fólkaflokkurin hevur í verki slept fullveldismálinum og tosar um ríkjafelagsskap. Greiðir fullveldisflokkar eru tí Tjóðveldi, Framsókn og útgávan hjá Zakarias Wang av Sjálvstýri, sum vit sóu til fólkatingsvalið. Tilsamans hava hesir flokkar í dag 11 tingfólk.
Tí skal meira enn eitt undir til, um hesir flokkar skulu vinna meiriluta á tingi. Tí er lyftið um loysing eisini hareftir.
At Tjóðveldi vil hava loysing hava vit vitað í meira enn 70 ár. Men verður tað eitt krav til næstu samgongu, at Føroyar skulu loysa frá Danmark, so fer tað helst at dragna millum Tjóðveldi og Javnaðarflokkin. Og tá Tjóðveldi gongur aftur, og Sambandsflokkurin gongur fram, so kunnu hesi krøvini frá Tjóðveldi føra til eina heimastýrissamgongu millum Sambandsflokkin og Javnaðarflokkin – einsamøllum ella við hjálp frá einum av teimum smáu flokkunum.

Oddagrein: Fer loysingin at forkoma samgonguni?

