Hvussu oftani hava vit ikki verið vitni til, at tað nettupp hesa gleðishátíð henda óhapp og vanlukkur, sum raka so meint! Sum skilst eru vit enn sloppin undan syndarligum vanlukkum hesi jólini. Men jólini eru ikki av enn. Hektiskir jólainnkeypsdagar eru fyri framman. Fólk, sum eru ov sein á sjóvarfallinum, skulu gera síni innkeyp í síðstu løtu. Tað í sær sjálvum kann skapa grundarlag fyri óhappum og vanlukkum í ferðsluni. Tann øgiliga ferðslan, her serstakliga á stóru plássunum, er eitt ávaringartekin til okkum øll. Ikki minst eiga teir mongu bilførarnir at hava eyguni eftir fólki, sum eru til gongu. Útvarpið visti nú um dagarnar at siga frá, at mongu jólahaldini høvdu ikki havt við sær, at fólk vórðu tikin fyri at hava koyrt ávirkað. Hetta er gott tekin.
Tað er sjálvandi ikki rætt at siga, at summi óhapp og summar vanlukkur eru meira meiningsleys enn aðrar. Tó megu mong av okkum halda og ásanna, at vanlukkur, sum standast av ábyrgdarleysari koyring, eru meira meiningsleysar enn aðrar. Hinvegin vita vit, at akfør eru potientiellir dreparar um ein kann siga tað so. Ein skjóttkoyrandi bilur við einum óvandum og ábyrgdarleysum bilførara er einki minni enn eitt effektivt morðvápn. Um vit vilja tað ella ei. Er rúsur við í leikinum, so vita vit, hvat hann kann føra til. So mong syrgilig dømi eru um, at fólk hava latið lív orsakað av manglandi medviti og ábyrdarloysi hjá tí, sum situr við rættið. Tað er menniskjansligt at gera mistøk verður tikið til. Tað óhepna er tó, at mistøk í ferðsluni kunnu hava mein fyri lívið ella deyðan við sær. Tí er tað at vera bilførari nakað meira, tað er nakað, sum eigur at krevja nakað meira av okkum øllum. Tvs. at við koyrikortinum má og skal fylgja ein eyka ábyrgdarkensla, tí bilurin tú hevur fingið ábyrgdina av, er ein potentiellur drepari, so nógvar kreftir eru uppá spæl.
Manga staðni verður hetta at drepa fólk í ferðsluni ikki mett eins álvarsligt sum tað at skjóta eitt fólk. Men í veruleikanum kunnu hesi bæði tingini samanberast. Tí nógvar deyðsvanlukkur stava frá fullkomnari ábyrgdarleysari koyring. Í Bretlandi viðgera teir í løtuni uppskot, sum skal herða revsingina fyri tey, sum drepa onnur í ferðsluni. Ábyrgdarleys koyring kann í dag verða revsað við 10 ára fongsuli í Bretlandi, men tað er sjáldan, at slíkir dómar verða avsagdir. Nú ætlar stjórnin at krevja av dómstólunum, at ábyrgdarleysir bilførarar, ið drepa fólk í ferðsluni, fáa upp í 10 ára fongsul, tvs. at tað verður nærum mett ájavnt við at taka pistólin fram og skjóta eitt fólk. Latið okkum her heima virða hvør annan, og tað er m.a. við at bera seg rætt at í ferðsluni.
Sosialurin