ODDAGREIN: Flatskatturin broytist ikki

Flatskatturin setti ikki ferð á!
Tað var niðurstøðan í greinarøð her í blaðnum mánadagin: At flat­skatt­ur­in ikki hevur sett ferð á nýtsl­una, og samstundis er inn­tøk­an av skatti nógv minkað.

Tó so, tað eru fólk, sum hava fing­ið gleiði av flatskattinum, men trup­ul­leikin er bara tann, at tað ikki eru tey fólkini, sum høvdu nýtt pen­ing­­in til økta nýtslu, sum hava fing­ið gagn av hesum lætta.

Men tað ljóðaði so pent, tá Fólka­flokk­urin orðaði tað í sam­gongu­skjal­i­num, at »tað skal loysa seg at arbeiða«. Gongd skuldi fáast á bú­skapin við eini skattaskipan, sum ikki tekur hugin frá fólki at ar­beiða.

Hinvegin kunnu vit øll stað­festa – bæði tey, sum eru fyri flat­skatt­inum og tey, sum eru ímóti – at flat­skatta­skip­anin er komin fyri at verða. So­leiðis plagar tað al­t­íð at verða við politiskum skip­an­um hjá Fólk­a­flokk­i­num. Hó­ast øll hini siga seg verða ímóti, so fær Fólka­flokk­ur­in broyt­ing­ar­nar sam­tykt­ar kort­ini – og eing­in sam­gonga er før fyri at nerta skip­an­ir­nar aftur. Eitt dømi er fisk­i­mann­a­frádrátturin, og nýggj­asta dømið er flatskatturin.

Latið okkum ímynda okkum, at vit eftir næsta val hava eina sam­gongu millum Javnað­arflokkin og Tjóð­veld­is­flokk­in sam­an við onkr­um klíp­um úr teim­um smáu flokk­u­num. Tá skal eitt lands­stýr­ið mann­ast við átta fólkum, sum fáa løn­ar­hækk­ing­ina, sum Kaj Leo Jo­hann­e­sen helst fær í gjøgnum fyri lands­stýr­is­fólk upp á nakrar hundr­að túsund krónur. Tað merk­ir, at hvørt lands­stýr­is­fólk av egn­um huga og av egn­um vilja og av egn­um gerð­um sjálv­boðið skal rinda 50.000 krón­ur eyka í skatti – og løg­mað­ur góð­ar 60.000 krón­ur. Ein saml­að eyka skatta­rokn­ing til lands­stýris­fólk upp á 4-500.000 krón­ur um árið?

Er tað hugsandi?

Hvørt løgtingsfólk skal somu­leið­is á­l­eggja sær sjálvum eina eyka skatta­rokni­ng upp á einar 2.000 krón­ur um mánaðin bara av løg­tings­løn­ini.

Er tað hugsandi?

Og mest av øllum verður tað helst ein fólk­a­upp­reistur, tá tey, sum hava fing­ið so stóran lætta nú skulu kenna seg at verða við sviðu­soð.

Hjá Palliba verður eingin munur.

Fl­atskatturin er tí komin fyri at verða. Her vendst ikki aftur. Vit kunnu akkurát tað sama við­ganga tað og siga tað sum tað er, at gjógv­in veksur millum stætt­ir­nar í Føroyum. Hetta er poli­tikk­ur­in hjá Jørgen Niclasen, og hetta er poli­tikk­ur­in, sum ein meiriluti av føroysku velj­a­r­u­num vil hava – trumf­að­ur í­gjøgn­um sam­an við Jen­is, Kára, Kaj Leo og at­kvøð­u­neyt­um teirra.