Tað hava Fólkaflokkurin og Jørgen Niclasen eisini langt síðani ásannað, og heldur enn at stríðast beinleiðis í opnum dysti, hava tær seinastu vikurnar boðið okkum fokusflytingar av format. Hetta so flokkurin í mest møguligan mun kann sleppa undan fríu marknaðarkreftunum, sum vilja ráða, um talan verður um skipaða uppboðssølu við ríkidømi alra føroyinga.
Nýggjasta stuntið kom í gjár, tá »makrel-nevndin« hjá løgmanni meldaði út, at full semja er um, at útlendskur kapitalur ikki má eiga í føroysku fiskivinnuni.
Fyri tað fyrsta, so er tað at kalla nyttuleyst at koma við slíkum ásetingum, tá Vestergaard í sama andadrátti sigur, at útlendsk fígging sjálvandi framvegis er aktuel, men at partapeningurin skal vera føroyskur. Kreativir fíggingarhættir, har renta og avdráttir verða ásettir í mun til úrtøku, og har ræðisrætturin hjá partaeigarunum sjáldan er meira enn fíggingin loyvir, hava óteljandi ferðir prógvað, at vinnast kann á tekniskum forðingum.
Samstundis lystir okkum at vita, hví liberali Fólkaflokkurin ræðist kapitalin somikið illa, at hesin má haldast burturi. Er tað veruliga so, at útlendingar eru dugnaligari enn føroyingar til at reka fiskivinnu – er tað so ikki skilabest, at lata útlendingarnar taka sær av hesum. Og tað fær neyvan verið av tí illa, um vit á henda hátt eru við til at spjaða váðan, so tað ikki er føroyska samfelagið einsamalt, ið skal bera tey sveiggj, sum tilfeingisvinnan altíð vil geva. Ber tað samstundis til at fáa eina skipaða uppboðssølu við rættindunum til at gagnnýta okkara ríkidømi, kann tað bert vera til fyrimuns fyri samfelagið, um kappingin um hesi verður millum so nógvar og dugnaligar aktørar, sum tað á nakran hátt er gjørligt. Og tað er væl eingin sum helst ivi um, at Føroyar framvegis eiga hópin av dugnaligum vinnulívsfólkum, sum væl kunnu standa seg í hesi kapping. Treytin má tó vera, at kappast verður við sama útgangsstøði. Eitt nú við at staðfesta, at føroyskir sáttmálar eru galdandi, tá fiskað verður eftir føroyskum kvotum.