. Fyrrverandi danski orkumálaráðharrin, Svend Auken fer at leggja fram síni sjónarmið um hesi stóru mál. Tað er landsstýrismaðurin í orkumálum, Bjarni Djurholm, sum hevur boðið kenda danska politikararnum til Føroya. Innbjóðingin hevur samband við, at Vinnumálaráðið er í ferð við at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar. Í fjør helt ein annar kendur dani, Bjørn Lomborg fyrilestur um orku og umhvørvi. Nú sleppa vit so at hoyra sjónarmið, sum standa í andsøgn við tey hjá Lomborg. Sunn og góð menning av demokratiinum.
Hóast vit eru fá í tali so umsita vit føroyingar eitt sera stórt og viðkvamt øki við ómetaliga stórum virðum eitt tilfeingi, sum bæði skal troytast og varðveitast til komandi ættarlið. Vit koma at hugsa um ódeyðiligu orðini hjá kendum indianarahøvdinga um, at vit hava bara fingið náttúruna til láns frá okkara eftirkomarum. Og her koma spurningarnir um orku og umhvørvi so sanniliga inn í myndina. Tí hesi bæði eru so nær tengd at tilfeinginum/náttúruni.
Sum partur av altjóða samfelagnum og altjóðagerðini eiga eisini vit føroyingar at kenna okkara ábyrgd og leiklut í tí at varðveita eitt reint umhvørvi og harvið at troyta orkutilfeingið mest skynsamt. Vit hoyra, at Føroyar eru eitt tað landið uppá seg, sum dálkar mest, tá hugsað verður um at sleppa út CO2. Stóri spurningurin er so eisini, hvussu vit ætla at fyrihalda okkum, tá og um vit finna olju og gass í undirgrundini og skulu til at taka hesi ráevni upp. Hvønn orku- og umhvørvispolitikkk ætla vit okkum til ta tíð at seta út í kortið!
Vit kenna flest øll sjónarmiðini hjá Lomborgistunum. Tí verður gott nú at hoyra Auken siga frá sínum sjónarmiðjum. Hetta hendur so eisini í eini tíð, har nettupp yvirupphitingin fær part av skyldini fyri tær vanlukkur, sum júst í hesi løtu henda í Mexikanska Flógvanum, har ein ódn fyri og onnur eftir herja bygd øki í fleiri amerikonskum statum. Tað er so eisini lagnunnar speisemi, at hesar ódnir nú júst skulu raka USA so meint, sama USA, sum so staðiliga hevur gingið ímóti øllum royndum at minka um yvirupphitingina og annars umhvørvistiltøkum sum heild, ið restin av heiminum í stóran mun hevur gingið inn fyri. Tað eru nú kendir serfrøðingar, sum vilja vera við, at tað at ódnirnar nú eru so ógvusligar og týttar, stavar nettupp frá yvirupphitingini.
Áhugavert verður at hoyra, hvat Auken hevur at siga til hetta. Men tað er greitt, at tað er ongantíð rætt bara at peika eftir øðrum og ikki gera nakað fyri at sópa fyri egnum durum. Áhugavert verður at hoyra, hvat hesin royndi orku- og umhvørvispolitikarin vil siga ikki bara um altjóða dálkingina, eitt nú hana frá USA men eisini, hvussu vit føroyingar megna at halda reint í egnum húsum. Vælkomin til Føroya Svend Auken til eitt upplýsandi og vónandi gevandi orðaskifti.
Sosialurin