Tað er tí við miklari undran, at vit hava lisið viðmerking hjá formanni Sambandsflokksins, sum lýsir avrættingina av Saddam Hussein sum eina positiva hending. Hetta má vekja undran. Hvussu kann Kaj Leo Johannessen vera so langt frá sínum liberalu starvsbrøðrum í Europa, eitt nú danska forsætisráðharranum, sum í sterkum vendingum fordømir avrættingina. Tá ein so hugsar um, hvussu hendan avrætting fór fram, allar kringumstøðurnar, har gingið var offrinum so nær bæði so og so, sum ikki er sæð fyrr í vesturlendskum fjølmiðlum. Alt kring avrættingina gongur ímóti tí, ið vit eitt nú í Norðrulondum standa fyri. Hetta kann best lýsast við, at sjálvur irakiski ríkisákærin, ið fekk Saddam deyðadømdan og sum var vitni til avrættingina, alment hevur funnist sera harðliga at framferðini í samband við avrættingina. Rætt hevur hann: hetta var eitt afturfall til barbarí. Tá almennar avrættingar t.d. í Norðurlondum vóru avtiknar fyri hálvtannaðhundrað árum síðan, var ein orsøkin tann, at hetta virkaði sera forráðandi uppá áskoðarar, ofta børn og ung. Tað, sum heiðið er, er at vit venja okkum til tað ræðuliga og ómenniskjansliga og so smátt byrja at góðtaka tað. Søgan hevur ótald dømi – tíverri! Hetta er eitt løgið fólkaræði, ið USA hevur útflutt til Irak Hetta minnir meira um miðaldarligt barbarí enn um fólkaræði og humanismu 2007.
Við hesum í huga kann ein ikki annað enn øtast yvir støðuna hjá formanni Sambandsflokksins. Hvat hugsar maðurin og hvørji øld livir hann í? Er tað veruliga so, at flokkur hansara gongur inn fyri deyðarevsing? Hevur hann ikki skilt, at allir demokratiskir flokkar í Europa eru ímóti hesi ræðuligu revsing, tí hon sum longu nevnt eru fullkomuliga óhóskandi og ósameinlig við eitt nútímans demokratiskt samfelag. Tað hevði verið gott, um Kaj Leo kom fram og boðaði frá, at hann hevði mistikið seg og at hann sjálvsagt ikki undir nøkrum umstøðum metir eina avrætting sum eina positiva hending. Kann vera, at vit hava misskilt Kaj Leo, um so er vóna vit, at hann kemur fram og rættleiðir okkum, og vit skulu fegin geva honum eina umbering.
Sosialurin