ODDAGREIN: Four more years...

Tann triðja veljarakanningin til komm­un­uvalið í Havn upp á eina viku vísir, at Heðin Mortensen og Javn­aðarflokkurin vinna stórt. At Tjóð­veldi fær eitt gott val, at Fólk­a­flokk­urin fær eitt søguliga vánaligt val, at Sam­bands­flokkurin stendur í stað, og at Fram­sókn hevur góðan møg­u­leika at fáa umboð valt í Tórs­havn­ar býráð.

Tað var ikki gamalt, at Javn­að­ar­flokk­urin var tann nógv størsti flokk­ur­in í Tórshavnar býráð. Fólka­flokk­ur­in hevur mangan havt ta støð­una, eins og uttanflokkalistin hjá Pet­uri í Gongd.
Men síðani aldaskifti hava havn­ar­fólk ikki valt teir smáu flokkarnir. All­ir fýra teir størru flokkarnir hava verið stór­ir. Fólk­a­flokk­ur­in, Sam­bands­flokk­ur­in og Tjóð­veldi hava all­ir upp á skift havt fýra av 13 bý­ráðs­lim­um – og sein­ast eydn­að­ist Javn­að­ar­flokk­i­num at vaksa frá tvei­m­um upp til fimm býráðslimir. Og gongur tað nøkulunda, sum velj­ar­a­kann­ing­ar­nar hava víst, so fær flokk­ur­in fimm ella seks valdar hes­a­ferð.
Meðan tað tykist ganga væl hjá sam­gong­u­flokk­u­num, Javn­að­ar­flokki og Tjóð­veldi, so sær tað einki út hjá and­støð­u­flokk­u­num, Fólk­a­flokki og Sam­bands­flokki. Tað sveið, tá Heðin Mort­en­sen varð eksluderaður úr Sam­bands­flokk­i­num, og tað sær ikki út sum um, at Ann­finn Brekk­stein hev­ur megn­að at end­ur­reist álitið á flokkin. Fólka­flokk­ur­in sær út til – sam­bært hes­um trim­um kann­ing­um – at fáa ring­a­sta valið síðani 1972.
Meðan onkur vil siga, at Fólk­a­flokk­ur­in og Sam­bandsflokkurin verða revs­aðir fyri lands­pol­i­tikk­in hjá flokk­u­num, so held­ur tann argu­ment­a­ti­ón­in ikki heilt, tí sambært velj­ar­a­kann­ing í Sosi­al­i­num fríggj­a­dag­in, so fáa teir báð­ir flokk­ar­nir ti­l­sam­ans 43,1 pro­sent til løg­tingið, og tað er 17,1 prosent meira, enn hendan kanningin til bý­ráð­ið í Havn vísir.
Um úrslitið verður, sum kann­ing­in vís­ir, so endurspeglar tað helst førda and­s­tøð­u­politikkin, sum ikki hev­ur ver­ið ser­liga sjónsk­ur sein­astu árini. Tað gav at bíta, tá Fólka­flok­k­urin kom fram við barna­kekk­i­num. Eitt mál, sum ikki kann gjøgn­um­førast, og sum varð punkt­er­að við, at sam­gongan boðaði frá skatta­lætta og hækkaðum barna­frá­drátti. Sam­gong­an hjá Heðini Mort­en­sen hev­ur í ver­u­leik­a­num einki mót­spæl havt.
Meðan Miðflokkurin og Sjálv­stýr­is­flokk­ur­in sam­bært kann­ing­u­num als ongn­an kjans hava hesa­ferð, so sær øðr­vísi út við Framsókn. Flokk­u­rin liggur á markinum at fáa um­boð valt – og alt eftir, hvussu enda­spurt­ur­in verð­ur í valstríðnum, so eru lík­ind­ini hjá flokkinum góð.
Borgarstjórin í Havn sigur í blað­num í dag, at hann vil hava »four more years«. Um hann fær tað, gera havn­ar­borg­ar­ar av í morgin.