Oddagrein·Friðartiltak í tøkum tíma

Sum vit fleiri ferð hava víst á í hesum teigi, veksur vandin fyri einum hernaðarligum álopi á Iraq fyri hvønn dag. Vit hava eisini gjørt vart við, at vit als einki hava til yvurs fyri einaræðisstýrinum í Bagdad, samstundis sum vit hava gjørt vart við, at tað eru aðrir mátar enn kríggj, um ein vil sleppa av við einaræðið í Iraq. Støðan er heilt einfalt tann, at vit trúgva ikki, at hetta er eitt mál, ið kann loysast við hernaðarmegi.

Afturat hesum kemur, at eitt kríggj móti Iraq fer at valda iraqiska fólkinum so ómetaliga neyð og ræðuleikar, at álopið ikki kann verjast reint moralskt. Oman á hetta kemur so tann stóri vandin fyri, at eitt hernaðarligt álop á Iraq kann leiða til ein heimsumfatandi samanbrest millum muslimar og kristin ? nakað, ið aftur kann enda við einum veruligum veraldarbardaga. Av hesum orsøkum er umráðandi, at ein politisk loysn fæst í Iraq eins og í restini av Miðeystri.

Tað er ikki nógv eitt lítið land sum Føroyar kann gera til tess at forða einum kríggi í Miðeystri. Hinvegin eigur einki land, tað veri seg stórt ella lítið at sita hendur í favn, meðan eitt ella tvey stórveldi reka okkum út av eggini. Øll eiga at siga frá. Tað er tí sera gott, at skipað verður fyri friðarfundi á Vaglinum í Havn leygardagin 1. februar. Um allan Vesturheimin hevur í seinastuni verið skipað fyri friðartiltøkum. Her er talan um eina nýggja vending, tí friðarrørslur hava ikki verið virknar í mong ár. Vanlig fólk eru um at rakna við. Tey eru við at innsíggja, at tað eru teirra ungu synir, brøður og pápar, ið skulu út í eitt stríð, har ein hópur liggur eftir á. Er tað stríðið vert? Hvør verður takkarlønin? Sambært veteranar frá Golfkrígnum fær heimvendi hermaðurin gráin tøkk og lítið annað. Vanlig fólk duga at hugsa og hugsa oftast bæði djúpari og klókari tankar enn heimsins toppolitikkarar. Tey vita, at eitt nútímans stórkríggj kann loysa ófatiliga oyðileggjandi kreftir úr teymum! Tey vita, at í eini komandi orrustu kann eingin kenna seg tryggan uttan mun til, hvar enn á knøttinum, ein er staddur.

Fyreikararnir til friðarfundin leygardagin á Vaglinum í Havn eiga tí stóra tøkk og dyggan stuðul uppiborið. Tað er gleðiligt, at tað eru Tjóðveldisflokkurin, Unga Tjóðveldi, Javnaðarflokkurin og Sosialistiskt Ungmannafelag, sum hava tikið stig til fundin og reika fyri. So er kortini ikki heilt øskukalt her. Tiltakið boðar frá góðum, og tað skal vera okkara vón, at nógv fólk møta til tess at sýna samhug við friði og andstygd fyri kríggi.

Sosialurin