Tað var í apríl 2002, at Tinghellan fyri fyrstu ferð sá dagsins ljós. Endamálið við hesum nýggja kjakforum í Sosialinum var at menna samfelagsliga orðaskiftið ella rættari lyfta ein part av tí upp á eitt hægri støði við eitt nú at fáa vælskrivandi fólk kring Føroya land at tríva í pennin og leggja seg út í orðaskiftið. Tað er altíð tungt at fáa slíkt bygt upp, men við góðum fólkum ber nógv til. Kári á Rógvi, advokatur, sum hevur verið ein av fremstu viðmerkjarunum í Føroyum seinastu árini, varð ein av upphavsmonnunum til Tinghelluna og hevur síðani eitt lið av viðmerkjarum og journalistum verið partur av Tinghelluni. Her kunnu vit m.a. nevna Boga Eliasen, Hera á Rógvi og Finnboga Ísakson. Eisini samfelagsfrøðingurin Jóannes Hansen hevur verið við til at leggja lag á.
Tinghellan sum tjakforum í blaðnum er skipað á tann hátt, at vit hvønn leygardag hava eina analysu ? greining ? av týðandi samfelagsmáli saman við journalistiskum greinum, kronikk, klummu og viðmerkingum. Vit hava valt at seta hol á einstøk evni í eini heilari Tinghellu ella vit hava viðgjørt fleiri evni í somu Tinghellu.
Ætlanin við bókini, sum nú er útkomin, er at savna nógv av hesum tilfarinum, sum framvegis er aktuelt og bjóða tað fram til eitt nú skúlar og undirvísingarstovnar eins og onnur. Eisini kann hon vera hent hjá politikarum, vinnulívsfólki og øðrum, sum hava brúk fyri at fylgja við og luttaka í samfelagstjakinum.
Tað er Óli Petersen, sum hevur teknað búmerkið til Tinghelluna og er tað eisini partur av bókini. Hetta búmerki sýnir tvey andlit, annað dimt og hitt ljós. Tey tykjast og minna ikki sørt um yin og yang ímyndirnar. Hetta er sera beinrakin tulking av kjarnuni í almennum kjaki og ikki minst ætlanini við Tinghelluni. Kjak elvir til mótkjak. Væl skrivað grein elvir til aftursvar. Grein og aftursvar elva til umhugsunar hjá báðum pørtum og soleiðis heldur ringrásin fram. Ongin vinnur kjakið. Greining, hugskot og kjak føra við sær áhaldandi tilgongd. Hinvegin og hendavegin skrivar annar av ritstjórunum, Kári á Rógvi í bókini. Hann vísir á, at veruliga nyttan av Tinghelluni verður tó ikki hissini tankar. Fær Tinghellan nakran týdning verður tað, tí hon byrjar tilgongd, har fleiri skilafólk taka til pennin, seta orð á sínar egnu tankar og seta í gongd aðrar tankar hjá sær sjálvum og øðrum.
Tað skal vera okkara vón, at henda bók kann gerast ein av súlunum undir tí samfelagsliga orðaskiftinum í Føroyum og fyri at fleiri av hesum slag skulu gerast veruleiki komandi árini eisini, so er neyðugt, at tey mongu í samfelagnum, sum hava nakað uppá hjartað og duga at seta orð á tað, gerast ein náttúrligur partur av Tinghelluni í Sosialinum. Gott orðaskifti.
Sosialurin