EM-kappingin í fótbólti í Portugal er ein stórhendig í sær sjálvum. Her møtast bestu fótbóltstjóðirnar í Europa. Flestu av heimsins fimastu og dugnaligastu fótbóltsspælarum eru at síggja í hesi kappingini. Ein kann so halda um fótbólt, hvat ein vil. Men her er so spenningur og aktión. Her hevur tú eina ítróttargrein, sum ein heilur heimspartur fylgir við í. Ein ítróttargrein, sum ein stórur partur av okkara ungdómi sær upp til.
Gamaní er talan um spæl. Men tað snýr seg eisini um so nógv annað. Um spenning, kenslur, kapping, identitet, tjóðskap, um fimleika og entá list. At síggja góðan fótbólt er at líkna við góða og livandi list. Hetta sanna mong av okkum. Spælarar sum áskoðarar.
Hetta snýr seg eisini um meira enn bara tað at hyggja eftir øðrum. At Føroyar hava spælt móti fleiri av tjóðunum, sum nú royna seg og fara at bjóða uppaftur øðrum av í heyst, tá undankappingin til HM byrjar, er eisini vert at geva gætur. Og tað er eisini við slíkt høvi, at vit eiga at steðga á og umhugsa okkara egnu støðu. At tað hevur eydnast okkum at vera við í kappingunum millum heimsins fótbóltstjóðir er einki minni enn ein stórhending hvørja ferð og ein avbjóðing av teimum stóru. Í hesum sambandi hava vit nógv at takka teimum, sum tryggjaðu okkum altjóða viðurkenning. Her ikki minst fyrrverandi fótbóltsambandsformanninum Tórleivi Sigurðsson, sum við sínum framskygni og gløggskygni og sínum ótrúliga treiska og diplomatiska háttalag, syrgdi fyri, at teir stóru góvu okkum ans. Og uppaftur týdningarmiklari: vístu okkum virðing.
Vert er at minnast aftur á hetta fyri føroyskan fótbólt fremstu og djarvasta hending og takka teimum, sum ruddaðu slóð fyri okkara luttøku í altjóða fótbólti. Tað er kring slíka EM-kapping, at vit eiga at finna hetta framaftur í minninum. Hetta hevur nógv størri týdning enn mong geva sær fær um. Tí tað hevur eisini skapt áhuga og virðing fyri okkara landi og fólki á so mongum øðrum økjum eisini.
Tað er áhugavert at merkja sær, at lond, sum í hesi kapping dystast um EM-heitið, koma til Føroya at spæla í heyst, eitt nú fótbóltstjóðin yvir øllum, Frakland. Føroyingar eiga at vera fegnir um og ernir av, at tað býðst okkum høvi at sleppa at royna okkum móti slíkum liðum. Hvør skuldi trúð tí. Men veruleiki er tað. Og tað ræður um at troyta henda veruleika skilagott.
At okkara frægasti spælari nakrantíð, Todi Jónsson veður við aftur á okkara landsliði, sum skipari á flaggskipi Føroya, tað ger bert alt uppaftur betri og ljósari. Hann skal vera so hjartaliga vælkomin. Vit vænta okkum nógv av honum og ivast ikki í, at hann fer at liva upp til tær komandi og stóru avbjóðingarnar. Hann er við til at geva øðrum íblástur og trúgv. Lat okkum fegnast um hesar EM-leikirnar, men lat okkum eisini brúka teir til at hita upp í hugaheimi okkara til komandi undankapping í HM-kappingini.
Sosialurin