Umframt sítt seks ára loyvi hevur ENI eisini umsitið eitt níggju ára loyvi. Og har eru treytirnar,at loyvishavari eftir seks árum sigur frá, um hann ætlar sær at bora. Og hetta er júst tað, sum ENI saman við partnaranum Føroya Kolvetni, hevur gjørt av at bora ein leitibrunn í níggju ára loyvinum innan trý ár.
Henda avgerð, sum er fingin í lag í samráðingum við okkara egnu oljumyndugleikar, Jarðfeingi, er einki minni enn eitt scoop fyri oljuleitingina sum heild. Tí við henni fáa vit nógv. Vit tryggja, at hesin oljurisin verður verandi í Føroyum við síni ekspertisu, skrivstovu og sínum fólkum. Vit tryggja, at vit fáa ein leitibrunn aftrat á landgrunninum og kanska ikki minst, hvat mong helst ikki geva sær fær um enn, so kann hesin brunnurin draga onnur oljufeløg inn í Føroyaøkið.
Tað er nevniliga væl hugsandi, at ENI sum fyristøðufelag og við heilum 75% av skyldunum í hesum loyvi, ynskir at fáa onnur feløg við at fordeila váðan. Tá nú ENI hevur gjørt av at vera verandi í Føroyum og bora ein dýran og váðiligan brunn í einum øki, sum ikki liggur so langt vekk frá Gullhorninum, har leitingin ikki gav so góð úrslit, má tað væl vera tí, at serfrøðingarnir hjá felagnum meta, at her er nakað at fara eftir. Tað er so eisini ein sannroynd, at Anne Marie brunnurin, sum hesin komandi brunnur verður kallaður, liggur ikki so langt frá fleiri sera áhugaverdum oljufundum í bretskum øki, Rosebank, Cambo og Suilven. Hugsandi er tí, at fleiri oljufeløg, sum hava verið her áður, og sum neyvt fylgja gongdini á nýggju oljuleiðunum við markið, eisini fara at hava eitt gott eygað til komandi brunnin hjá ENI og tískil vilja blíva partur av honum. Hendir tað, so merkir avgerðin hjá ENI í veruleikanum, at vit kunnu fáa uppaftur fleiri oljufeløg inn á landgrunnin. Tí er avgerðin hjá ENI og Føroya Kolvetni so týdningarmikil fyri leitingina á Føroyaøkinum sum heild.
Og hvørji feløg kundi so talan verið um! Her kunnu sum dømi nevnast, ExxonMobile, Maersk Oil og Total. Ikki minst hetta seinasta felagið, Total er áhugavert, tí tað telur í veruleikanum trý oljufeløg, sum vórðu løgd saman í eitt. Og øll hesi feløgini, Total, Fina og ELF vórðu virkin á Føroyaøkinum í síni tíð. Samanleggingin gjørdi so, at tey mistu áhugan ella gjørdu aðrar raðfestingar. Tey sita í hvussu er inni við nógvari vitan og royndum frá landgrunninum, og tí vildi tað verið ein funnin fressur, og upplagt, um tey samanløgd aftur vendu áhuganum henda vegin. Tað hevði so styrkt um leitingina samanlagt. Og í hesum sambandi er eisini vert at hava í huganum tey loyvini, sum vórðu lutað út í 2. útbjoðing. Hesi liggja uppat brunnum, ið skulu borast komandi árini og fáa vit eitt positivt úrslit, er ikki óhugsandi, at áhugin hjá øðrum feløgum, ið ikki eru við í dag, at keypa seg inn í hesi loyvini, fer at økjast. Eitt nú situr Statoil við tveimum loyvum einsamalt. Og Geysir og Atlantic Petroleum sita somuleiðis við tveimum loyvum, har dyrnar helst standar opnar fyri nýggjum partnarum. Samanumtikið talar nógv fyri eini sera positivari gongd í oljuleitingini við Føroyar.
Sosialurin