Men tað tykir, sum onkur so fegin vil gera sær dælt av støðuni – og vil mála ein ávísan upp á veggin sum skálkaskjól fyri at broyta vælferðsamfelagið til eitt annað samfelag, sum ikki er samhaldsfast, og har samfelagsvirðini í nógv størri mun verða tillutað ávísum samfelagsbólkum, og har ávisir bólkar hava nógv betri atgongd til felags virðini.
Ongantíð áður hava so nógv lærd fólk funnist so nógv at rikna fíggjarpolitikkinum, sum hjá hesum landsstýrinum. Stóru broytingarnar við flatskattinum og straksskattingini av pensjónunum hava fingið harðan kritikk, men tað rínur ikki við, tí fíggjarmálaráðharrin og fylgisneytar hansara, løgmaður, Jenis av Rana og Kári Post halda seg eyðvitað duga betur.
Jan Otto Holm vísir í »Eygamálinum« á, at tjóðarbúskapur er ikki húsarhaldsbúskapur, og at tað er grundleggjandi skeivt, tá politikarar blanda hetta saman. Hann vísir á, at í einum tjóðarbúskapi er alneyðugt, at hallið stundum er stórt fyri at halda samfelagshjólini gangandi. Og at hetta førir við sær skuld er ikki ein trupulleiki, og at tað í løtini er neyðugt.
Tað tykir, at mangan verður arbeitt fram eftir fummum. Danir plaga at siga, at målet helliger midlet, og tað er júst tað, sum mangan tykist sum skjaldrarmerkið, heldur enn at halda aftur, meðan hjólini mala skjótt og seta meira almenna ferð á, tá samfelagshjólini mala seinni.
Tað er ørkymlandi, at visiónsloysið er so stórt í nógvum av teimum fráboðaðu sparitiltøkunum hjá landsstýrinum, og tað kann koma landsstýrinum aftur um brekku.
Fakfeløgini hava boðað frá hørðum mótmælum – serliga eftir at Ingeborg Vinther, her í blaðnum mánadagin mælti til uppreistur móti samgonguni.
Vit fáa so at síggja, hvussu leikur fer. Men tað hevði sømt seg av landsstýrinum at verið meiri semjusøkjandi – og ikki at framt kollveltandi broytingar í óðum verkum við smølum meiriluta.
Skal fólkið ikki missa álitið á politisku skipanina, so má samgongan taka sær aðrar partar fyri og draga eina línu. Boðini til politisku skipanina eru tí einføld: Stimbrið búskapin heldur enn at køva hann!