Tað er áhugavert at fylgja við í, hvussu samfelagið sum heild viðger frámælið at eta grind, sum Pál Weihe og Høgni Debes Joensen eru komnir við. Hjá teimum er niðurstøðan púra greið: Tvøst og spik av grindahvali skal als ikki etast, tí tað er heilsuskaðiligt!
Men hesum frámæli tekur Heislufrøðiliga Starvsstovan als ikki undir við. Í sínum tilmæli sigur Starvsstovan fyri so vítt tað sama sum fyri 13 árum síðani, at vaksin fólk kunnu eta ein grindadøgurða um mánaðin.
Tað er í grundini nokso herligt, at okkara hægsti heilsufrøðiligi stovnur heldur fer uttanlands at leita sær kunnleika um okkara egnu grind, tá okkara egni granskari, Pál Weihe, sum helst er tann persónurin í verðini, sum veit mest um evnið, og landslæknin við danska heilsustýrinum í rygginum beinleiðis siga, at grindin er so skaðilig, at hon ikki er mannaføði.
Hvørjum skulu vit so trúgva? Munnu Bárður Enni og hansara fólk á Starvsstovuni, sum nú eisini er arbeiðseftirlit, vita betur? Man tað bara vera tvætl, sum Pál Weihe og landslæknin koma við?
Ein lækni í Klaksvík roynir eisini at grugga málið við at blanda chips og pizza uppí. Ofta ber tað brá tollutum undirlutakenslum fyri høvuðsstaðnum, sum liggja sum grund fyri argumentatiónunum – og tað skuggar tíverri eisini fyri íkastinum til kjakið um grindina. Tí hann birtir soleiðis undir ein mistanka um onkrar persónligar agressiónir ella lokalpatriotiskar frustratiónir.
Jú, tað er eitt eymt mál at skula nokta føroyingum at eta grind, treyðugt so. Men løgið er tað, at so lítil virðing er kring kanningarnar hjá Páli Weihe, sum hava vakt so stóran ans úti í verð. Og sera løgið er tað, at Heilsufrøðiliga Starvsstovan hevur so diamentralt øvuta fatan.
Pál Weihe vísir á, at tað er ov seint at koma um 10 ella 20 ár og vísa á tann sama vandan, sum hann longu er komin fram til, og at læknafrøðiliga tilmæli tí er púra greitt.
Vit skulu ikki á hesum stað kolldøma grindina, tí tann kunnleikan hava vit ikki. Men tað undrar ikki sørt, at boðskapurin frá fakliga myndugleikanum víkir so nógv frá arbeiðinum hjá fremstu granskarum okkara. Tað kann merkja, at myndugleikin Heilsufrøðiliga Starvsstovan heldur, at Pál Weihe og landslæknin eru á skeivari leið – at tað er møsn og fjas teir koma við. Um tann dagur kemur, sum prógvar boðskapin hjá Páli, tá man onkur hava ringan smakk í munninum.