ODDAGREIN: Høpisleys raðfesting

Seinastu dagarnar hevur sjónvarpið rættuliga varpað ljós yvir syndarligu støðuna, sum valdar á eldraøkinum. Rættuliga hugvekjandi at síggja, hvussu illa sperd nógv fólk eru, sum ikki vita síni livandi ráð, tí samfelagið ikki kann ella ikki vil hjálpa teimum, sum eru komin illa fyri av gomlum fólki, ið tørva hjálp samdøgrið alt.

 

Tað var flott av Finnbjørg og Bjarna Skaalum á Argjum at stíga fram, so fólk ? og ikki minst okkara politikarar ? kunnu síggja, hvussu illa tað veruliga stendur til á eldraøkinum. Tøkk fái tey fyri tað!

 

Men spyrjandi kunnu vit so venda huginum at rikna politikkinum: Ikki eitt einasta røktarheimspláss er komið, síðani hendan samgongan tók við. Í degi og viku hóskvøldið sóu vit Helenu Dam á Neystabø í oktober 1999 greiða frá gyltu ætlanum, landsstýrið hevði, um allar kanningarnar, tey høvdu gjørt, og hvat tey ætlaðu sær at gera. Men hvat kom burturúr? Einki. Púrt einki.

 

Fólkið kann bara standa spyrjandi? Hvat er tað fyri eitt samfelag, sum vit eru í ferð við at skapa í Føroyum? Er tað eitt samfelag við einum dyggum sosialum trygdarneti? Eitt samfelag, ið er skipað eftir tørvinum hjá teimum veiku?

 

Landsstýrið arbeiðir við hægri málum. Okkara kosnu menn og kvinnur, sum sita við maktini, stríðast við at gera landið sjálvbjargið ? og tað skal gerast við at loysa frá Danmark!

 

Tað gongur strúkandi í Føroyum. Pengarnir streyma inn, og Búskaparráðið letur væl at. Landsstýrið ætlar at lækka blokkin 400 milliónir næsta ár, tí vit hava ovmikið av pengum, sum skulu setast í grunn at standa í móti við.

 

Hví kunnu okkara ráðandi politikarar ikki kalla ein spaka fyri ein spaka? Hví kunnu tey ikki bara siga sum er, at vilja vit hava fullveldi, so mugu vit gjalda prísin ? og prísurin er m. a. at:

 

? Vit skulu sjálvi taka okkum av okkara gomlu, tí vit hava bara ráð til 250 røktarheimspláss, hóast brúk er fyri 650?

 

? Vit mugu sjálv taka okkum av okkara sálarsjúku ? í øllum førum um summarið, tí vit hava ikki ráð at hava tey liggjandi á sjúkrahúsi?

 

? Flestu okkara, sum eiga børn, skulu sjálv ansa teimum, tí vit hava ikki ráð at nøkta tørvin á dagstovnaplássum?

 

? Vit mugu taka til takkar við einum illa sperdum skúla, har lærarar og næmingar mugu húsast við tí sum er, tí vit hava ikki ráð til ein dýran skúla ? eftir donskum leisti ? har dreingir læra at binda grýtulappar?

 

Vit kunnu sjálvandi halda á at reksa upp mál, ið landsstýrið roynir at skúgva til viks til frama fyri fullveldinum. Eitt tað fyrsta, sum nýggi mentamálaráðharrin segði alment var, at vit mugu ikki blanda saman vantandi pengar til skúlaverkið og minkandi blokkstuðul!

 

Men hvør er so trupulleikin, Palliba? Sum er vanta pengar, og loysnin hjá landsstýrinum er at minka blokkstuðulin, so verður betur í Føroyum??

 

At fáa fullveldi er eitt val, sum Føroya fólk skal taka. Velja vit tað, fáa vit tað. Landsstýrið hevur ikki fingið undirtøku fyri fullveldinum ? enn. Er prísurin lækkað vælferð, so er at egna við tí ? og um tað er hetta samfelagið, fólkið vil hava, so vinnur landsstýrið ljóð fyri sínum politikki. Men kallið ein spaka ein spaka!