Tað kann uttan víðari staðfestast, at higartil eru eingi stórmál landanna millum loyst á nútímans ríkisfundum. Fundurin er nú einaferð vorðin siðvenja, so hví ikki fáa sum mest burturúr? Í morgin skulu teir tríggir leiðararnir í Ríkisfelagskapinum skifta orð um veðurlagsbroytingar og veðurlagsráðstevnuna COP 15, uppskotið til sjálvstýrislóg fyri Grønland, hvalaveiðumálið, um føroyska leiklutin í Nordisk Globaliseringsforum og um yvirtøkur av málsøkjum. Hetta eru alt sera týdningarmikil mál, sum í sjálvum sær ivaleyst best høvdu verið viðgjørd á fundum, ið høvdu myndugleika til at taka avgerðir.
Hvat grønlendska sjálvstýrismálinum viðvíkur, so er landsstýrið ímóti, at Føroyar verða nevndar í lógaruppskotinum, tí lógin kann gerast tulkingargrundregla ella á annan hátt ávirka viðurskiftini millum Føroyar og Danmark. Hetta er væl skiljandi, men ivasamt er, um hesin fundar er best hóskandi til at avgreiða hesa trætu. Altjóða Hvalaveiðunevndin (IWC) hevur lagt fram uppskot um at gera eitt friðingarøki fyri stórhval í Suðuratlantshavinum. Landsstýrið hevur mótmælt ætlanunum hjá Danmark at atkvøða fyri uppskotinum, tí tað samsvarar ikki við avtaluna um, at Danmark umboðar føroysk áhugamál í IWC. So er tað globaliseringsmálið. Landsstýrið ynskir, at Føroyar og fáa ein virknan leiklut á øllum stigum í norðurlendska samstarvinum um tilgongd í alheimsgerðini. Tað er bara gott, men føroyingar kundu ivaleyst hugðsa sær at vita, hvat landsstýrið sjálvt ætlar við atliti at Nordisk Globaliseringsforum.
Edmund Joensen, fyrrv. løgmaður, er atfinningarsamur mótvegis fundarevnunum og løgmanni. Hann vil vera við, at løgmaður dyrkar ósemjur við stjórnina. Á ríkisfundinum eigur løgmaður heldur at leggja upp til samstarv um mál av veruligum týdningi fyri Føroyar. Hann leggur dent á ES-spurningin og vísir á, at danska stjórnin hevur góð sambond við starvsfelagar í Europasamveldinum. Hon kann tí veita Føroyum hjálp við tættari tilknýti til ES, men her er eingin politisk linja og tí heldur eingin strategi. Alt bendir á, at nakað tíverri er um hetta. Edmund leggur stóran dent á, at ríkisfundurin verður nýttur til at menna samstarvið í ríkinum heldur enn til konfrontatión. Eftir tíðindfundin í morgin fáa vit at vita, hvat ið kom burturúr - um Edmund hevur grein í sínum atfinningum, eins og tað verður spennandi at frætta, hvørja støðu okkara uttanríkisráðharri hevur til eitt fundarúrslit.
Sosialurin
? ?