ODDAGREIN: Havnin og vælferðin bløða

Borgarstjórin í Havn er í døpurhuga og róp­ar harð­liga varskó, nú fólka­tal­ið í høv­uðs­stað­num mink­ar – og somu­leið­is skatt­a­krón­ur­nar. Hann sigur, at hetta hendir, meðan al­mennu Før­oy­ar einki gera fyri at gera tað liv­i­ligari fyri vanligu fam­ilj­ur­nar, sum nú í vaksandi tali flyta av land­i­num.

Og rætt hevur Heðin Mortensen í tí, at í pol­it­isku skip­an­ini hev­ur høv­uðs­stað­ur­in ongan góðan – ella fáar. Fleiri pol­it­ik­ar­ar síggja tað sum eina dygd at vera í­móti Havn­ini – og síggja eina æru í at draga stovn­ar úr Havn­ini og út á bygd. Hetta »bragd« hava fleiri gjørt: Jørg­en Nicl­a­sen, Aks­el V. Jo­hanne­sen og Jac­ob Vest­er­gaard bara fyri at nevna onkr­ar.
Og í lands­stýr­i­num í dag sita eis­ini fleiri, sum pon­ten­t­i­elt vilja draga skatt­a­krón­ur úr høv­uðs­tað­num – bara tað er til okkurt úti á bygd.

Soleiðis kunnu vit gita, at í­løg­ur helst fara at verða gjørd­ar í veg­a­kervi í Eysturoy, eft­ir­sum at lands­stýr­is­mað­ur­in í inn­lend­is­mál­um er av Skála­fjørð­i­num. Klaks­vík­ar Sjúkr­a­hús verð­ur tik­ið fram um lands­sjúkr­a­hús­ið, og Tekn­iski Skúli í Klaks­vík fram um skúla­dep­il í Markn­a­gili, og vit fara ó­iva næstu dag­ar­nar at síggja eitt elju­stríð mill­um sam­gong­u­pol­i­ti­k­ar­ar um skatta­k­­rón­ur, sum skulu dragast hig­ar og hað­ar.

Hetta er eitt løgið fyribrigdi, vit hava. Ofta tykist tað sum um, at end­a­málið er, at tað skal vera líka keð­i­ligt í Havn sum onkra aðra­staðni í landinum.

Høvdu vit nóg mikið av pengum, so kundu vit havt fleiri kraftsentur í land­i­num. Men tað hava vit ikki. Løg­mað­ur sigur, at norðurlendska væl­ferð­ar­sam­fel­a­g­ið als ikki verður ein sjálv­fylgja í framtíðini.

Kanska hann hevur rætt, hóast vit ikki vóna tað. Men sum landsins leið­ari, so skyldar hann okkum eisini at tryggja, at pengarnir verða brúkt­ir skilagott.

Hava vit ráð at hava fleiri skúl­ar, til dømis tekniskar skúlar, sjó­mans­skúl­ar, stud­en­t­a­skúlar, sjúkrahús og so fram­vegis. Høvdu vit ikki kunna spart pengar, við at lagt stovnar sam­an?

Og hví kunnu vit ikki hava eitt sterkt kraftsendur í Føroyum, sjálvt um tað liggur í Havn? Havnin er høv­uðs­staðurin hjá okkum øllum. Hon er størsti býur og soleiðis ein nátúrligur staður til eitt kraft­sentur – og so liggur hon mitt í Før­oy­um, í sentrum.

Borg­arstjórin hevur grein í sín­um máli, tá hann lýsir illviljan mill­um lands­pol­it­ika­rar mót­veg­is høv­uðs­stað­num. Hesin ill­vilji kost­ar nógv­ar milli­ónir – og hann er ein stór hóttan móti væl­ferðar­sam­fel­agn­um.

Hetta er eitt mál, sum Kaj Leo Jo­hann­e­sen kann taka í egn­ar hendur. Hann kann steðga for­dóm­u­num og seta ein skil­vísan pol­i­tikk á skrá, sum gagn­ar høv­uðs­staði, út­jað­ara og all­­ari tjóð­ini.