ES grundlógin kemur at hava eina ávísa ávirkan á okkum, eins og ein og hvør broyting í umheiminum hevur tað. Um ávirkanin verður so stór, sum tey meira bjartskygdu og ikki minst tey meira dapurskygdu vilja vera við, tað loyva vit okkum at ivast í.
ES er ikki neyðvendigvís ein svart hvítur spurningur um uttanfyri ella innanfyri. Millum at verða heilt uttanfyri og heilt innafyri, eru ein ørgrynna av millumloysnum, sum kunna og eiga at verða kannaðar politiskt. Tað ber ikki til, at vit sjálvi ganga og seta okkum avmarkingar ella finna uppá umberingar, sum til dømis at einki ber til, uttan at vit føroyingar gerast ein sjálvstøðug tjóð. Tær Kanarisku oyggjarnar hava eina serskipan, hóast partur av Spanien, og Kanaloyggjarnar hava somuleiðis serstøðu, hóast partur av Bretska ríkinum. Alt ber til, har politiskur vilji er til staðar.
Vit eiga eisini at steðga á, og hugsa um teri fyrimunir, vit hóast alt hava við ikki at verða ES limur. Vit kunnu hava lóggávu, ið ikki samsvarar við ES. Hóast hetta, so kopiera vit nærum alt úr Danmark og avlíva harvið ein av fyrimununum, ið vit hóast alt hava. Politikarar eiga at seta seg niður og arbeiða uppá at fáa sum mest burturúr tí støðu, vit eru í í løtuni, heldur enn at grenja um, hvat ikki ber til mótvegis ES.
Tíverri er hetta ikki sermerkt fyri politisku skipanina. Hetta gongur eisini aftur í vinnuni. Vinnan hevur hug at fokusera alt ov nógv uppá, hvat ikki ber til í samband við ES, heldur enn at arbeiða út frá teimum møguleikum, ið eru í núverandi støðu. Onkur undantøk eru, har virkir hava dugað at stovnsett feløg í ES londum og meira týdningarmikið uttanfyri ES. Heimurin steðgar ikki við ES markið. Kanada, USA, Asien, Afrika, Australien og Miðeystur eru alt risastórir marknaðir við ótømandi møguleikum, og tað er eingin orsøk at rokna við, at føroysk vinna fer at klára seg væl innanfyri ES ella við ES fyrimunum, um hon ikki klárar at vinna pening globalt í núverandi støðu.
Føroyskir einstaklingar klára seg væl í Íslandi, Kanada og aðrastaðni. Hvussu ber tað til, at føroyska vinnan, við heilt einstøkum undantøkum, tykist nógv minni dynamisk og tykist brúka alt ov nógva tíð uppá at fokusera uppá avmarkingar og lokala plasering, heldur enn at fara út í tann víðopna heimin? Tora vit ikki at satsa uppá fólk við ótraditionellum hugskotum og ótraditionellari bakgrund? Tora vit ikki at perpektivera heimin øðrvísi, enn útfrá einum donskum/ES sjónarhorni.
Hetta hevur einki við okkara støðu í ríkisfelagsskapinum at gera, og hevur lítið við støðu okkara til ES at gera. Hetta handlar um at brúka teir til eina og hvørja tíð verandi møguleikar og at hugsa globalt heldur enn regionalt.
Sosialurin